torførar avgerðir
68 versir um "torførar avgerðir"
Versir
Síða 1 av 2Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Jóhannes 5:30 Jóhannes
Eg kann einki gera av Mær sjálvum; so sum Eg hoyri, dømi Eg; og dómur Mín er rættvísur, tí Eg søki ikki vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir
Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
Orðtøkini 16:1 Orðtøkini
Ráð hjartans hoyra menniskjanum til, men svarið, ið tungan gevur, kemur frá HARRANUM.
Orðtøkini 16:2 Orðtøkini
Allar leiðir mansins eru reinar í hansara egnu eygum, men HARRIN vigar andarnar.
Orðtøkini 16:3 Orðtøkini
Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!
Orðtøkini 16:4 Orðtøkini
Alt skapti HARRIN, hvørt til sítt, hin gudleysa við – til vanlukkudagin!
Orðtøkini 16:5 Orðtøkini
Ein og hvør hugmóðigur er HARRANUM andstygd; vissuliga, slíkur verður ikki órevsaður.
Orðtøkini 16:6 Orðtøkini
Við kærleika og trúfesti verður misgerð javnað, og við ótta HARRANS flýggjar ein frá illum.
Orðtøkini 16:7 Orðtøkini
Táið HARRANUM líkar atburð mansins, ger Hann, at um tað so eru fíggindar hansara, binda teir frið við hann.
Orðtøkini 16:8 Orðtøkini
Betri er lítið við rættvísi enn stórur vinningur við órætti.
Orðtøkini 16:9 Orðtøkini
Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.
Orðtøkini 16:10 Orðtøkini
Gudsdómur er á vørrum kongsins; ei ger muður hansara mistak, táið hann dømir.
Orðtøkini 16:11 Orðtøkini
Rættur bismari og rættar vektskálir hoyra HARRANUM til; øll loddini í posanum eru verk Hansara.
Orðtøkini 16:12 Orðtøkini
Gudleysur atburður er kongum andstygd; tí við rættvísi verður hásætið grundfest.
Orðtøkini 16:13 Orðtøkini
Rættvísar varrar líkar kongum; teir elska tann, ið talar av sonnum hjarta.
Orðtøkini 16:14 Orðtøkini
Vreiði kongsins er boð deyðans, men vísur maður dugir at stilla hana.
Orðtøkini 16:15 Orðtøkini
Í ljósi ásjónar kongsins er lív, og náði hansara er sum regnskýggj um várið.
Orðtøkini 16:16 Orðtøkini
At vinna vísdóm – hvussu mangan betri er ikki tað enn gull! Og at vinna vit er meiri vert enn silvur.
Orðtøkini 16:17 Orðtøkini
Vegur hinna sannhjartaðu er at halda seg frá illum; tann, ið aktar eftir leið síni, varðar lív sítt.
Orðtøkini 16:18 Orðtøkini
Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.
Orðtøkini 16:19 Orðtøkini
Betri er at vera eyðmjúkur saman við neyðstøddum enn at skifta fong við stoltum.
Orðtøkini 16:20 Orðtøkini
Væl gongst honum, ið gevur orðinum gætur; sælur tann, ið lítur á HARRAN!
Orðtøkini 16:21 Orðtøkini
Tann, sum er vísur í hjartanum, verður kallaður vitigur, og søtleiki varranna eykar lærdóm.
Orðtøkini 16:22 Orðtøkini
Klókskapur er teimum kelda lívsins, sum eiga hann, men straff dáranna er teirra egni dárskapur.
Orðtøkini 16:23 Orðtøkini
Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.
Orðtøkini 16:24 Orðtøkini
Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót.
Orðtøkini 16:25 Orðtøkini
Mong leið tykist manninum røtt – og so er endi hennara kortini leiðir deyðans!
Orðtøkini 16:26 Orðtøkini
Svongd arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí muður hansara koyrir undir hann.
Orðtøkini 16:27 Orðtøkini
Níðingurin grevur vanlukkugravir; tað er, sum eldur hevði brent á vørrum hansara.
Orðtøkini 16:28 Orðtøkini
Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.
Orðtøkini 16:29 Orðtøkini
Yvirgangskroppurin lokkar næsta sín og leiðir hann inn á veg, sum ikki er góður.
Orðtøkini 16:30 Orðtøkini
Tann, ið letur eyguni saman fyri at upphugsa svik, og tann, ið læsir saman varrarnar, hevur longu fullført hitt illa.
Orðtøkini 16:31 Orðtøkini
Grá hár eru vøkur krúna; hon er at finna á rættvísivegi.
Orðtøkini 16:32 Orðtøkini
Hin tolni er betri enn veldigur kappi; størri er at stýra sinni sínum enn at taka ein stað.
Orðtøkini 16:33 Orðtøkini
Í barminum verður luturin ristur, men hann fellur altíð, sum HARRIN vil.
Seinna Timoteusarbrævið 1:13 Seinna Timoteusarbrævið
Hav til fyrimynd hini heilnæmu orð, ið tú hevur hoyrt av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi!
Fyrra Pætursbrævið 4:8 Fyrra Pætursbrævið
Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!
Sálmarnir 30:2 Sálmarnir
HARRI, eg geri Teg stóran, tí Tú bjargaði mær, lætst ei fíggindar mínar gleðast uppi yvir mær!
Seinna Korintbrævið 4:16 Seinna Korintbrævið
Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.
Galatiabrævið 5:25 Galatiabrævið
Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!
Galatiabrævið 6:7 Galatiabrævið
Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.
Galatiabrævið 6:8 Galatiabrævið
Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Hebrearabrævið 4:15 Hebrearabrævið
Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, og hvør tann, ið elskar Faðirin, elskar eisini tann, sum føddur er av Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av hesum vita vit, at vit elska børn Guds – av tí, at vit elska Gud og halda boð Hansara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.