tónleikur í kirkjuni
30 versir um "tónleikur í kirkjuni"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 150:1 Sálmarnir
Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!
Sálmarnir 150:2 Sálmarnir
Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!
Sálmarnir 150:3 Sálmarnir
Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir
Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!
Sálmarnir 150:5 Sálmarnir
Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir
Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!
Efesusbrævið 5:19 Efesusbrævið
so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,
Jákupsbrævið 5:13 Jákupsbrævið
Líður nakar av tykkum ilt – hann biði! Er nakar glaður – hann syngi lovsong!
Fyrra Korintbrævið 14:15 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tað tá? Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini biðja við vitinum; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil eisini lovsyngja við vitinum.
Fyrra Korintbrævið 14:26 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Sálmarnir 71:23 Sálmarnir
Fegnast skulu varrar mínar, ja, eg skal syngja Tær lov – sál mín, sum Tú loysti út!
Lukas 15:25 Lukas
Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans.
Hebrearabrævið 2:12 Hebrearabrævið
Hann sigur jú: „Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt; mitt í samkomuni skal Eg prísa Tær“,
Seinna Sámuelsbók 6:5 Seinna Sámuelsbók
Dávid og alt hús Ísraels leikaðu fyri ásjón HARRANS, alt tað tey vóru ment, og sungið varð og spælt á sitarar, hørpur, trummur, bjøllur og skáltrummur.
Nehemias 12:27 Nehemias
Táið múrur Jerusalems skuldi verða vígdur, fóru teir eftir Levitunum, allastaðni har sum teir búðu, og fingu teir til Jerusalem at halda vígslu- og gleðihátíð við tøkk og songi, við skáltrummum, hørpum og sitarum.
Rómverjabrævið 15:9 Rómverjabrævið
men heidningarnir skulu prísa Gudi fyri miskunn – sum skrivað er: „Tí skal eg játta Teg millum heidningar og lovsyngja navni Tínum.“
Fyrra Korintbrævið 14:7 Fyrra Korintbrævið
Nú, hinir lívleysu lutir, ið geva ljóð frá sær, veri tað nú floyta ella harpa – kunnu tónarnir ikki skiljast hvør frá øðrum, hvussu kann tá nakar fáa skil á tí, um spælt verður á floytuni ella hørpuni!
Fyrra Korintbrævið 14:8 Fyrra Korintbrævið
Somuleiðis lúður – gevur hann óskilligt ljóð, hvør ger seg tá til reiðar til bardaga!
Fyrra Korintbrævið 14:9 Fyrra Korintbrævið
– So við tykkum eisini: Bera tit ikki fram skilliga talu við tungu tykkara, hvussu skal tá nakar skilja tað, sum sagt verður! Tá tala tit jú burt í luftina!
Fyrra Korintbrævið 14:12 Fyrra Korintbrævið
Soleiðis eisini við tykkum: Táið tit nú tráa eftir hinum andaligu gávum, latið tað tá vera samkomuni til uppbygging, tit royna at fáa tær so ríkliga!
Fyrra Korintbrævið 14:13 Fyrra Korintbrævið
Tann, sum talar í tungum, skal tí biðja eftir, at hann skal kunna útleggja tað.
Fyrra Korintbrævið 14:14 Fyrra Korintbrævið
Tí um eg biði í tungum, biður víst andi mín, men vit mítt er uttan ávøkst.
Onnur Mósebók 15:21 Onnur Mósebók
Mirjam skipaði songin: „Lovsyngið HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!“
Sálmarnir 98:5 Sálmarnir
lovsyng HARRANUM við sitara, við sitara og lovsongsljóði,
Amos 5:21 Amos
Eg hati hátíðir tykkara, Mær leiðist við tær, Eg havi onga gleði av hátíðarsamkomum tykkara.
Amos 5:22 Amos
Nei, um tit so ofra Mær brennioffur og matoffur, líka tey Mær ikki, og Eg vendi Mær ikki til takkoffur tykkara av gøðingarkálvum!
Amos 5:23 Amos
Burt frá Mær við óljóðinum frá songi tykkara! Eg vil ikki hoyra hørpuspæl tykkara!
Matteus 15:9 Matteus
Tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.““
Jóhannes 6:63 Jóhannes
Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.