tónleikamál í kirkju

27 versir um "tónleikamál í kirkju"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 150:1 Sálmarnir

Halleluja! – Lovið Gudi í halgidómi Hansara, lovið Honum í sterka hvølvi Hansara!

6
Sálmarnir 150:2 Sálmarnir

Lovið Honum fyri veldigu verk Hansara, lovið Honum fyri stóru dýrd Hansara!

6
Sálmarnir 150:3 Sálmarnir

Lovið Honum við hornblástri, lovið Honum við hørpu og sitara!

6
Sálmarnir 150:4 Sálmarnir

Lovið Honum við trummu og dansi, lovið Honum við streingjaleiki og floytu!

6
Sálmarnir 150:5 Sálmarnir

Lovið Honum við ljómandi skáltrummum, lovið Honum við gellandi skáltrummum!

6
Sálmarnir 150:6 Sálmarnir

Alt, ið andadrátt hevur, lovi HARRANUM! – Halleluja!

6
Efesusbrævið 5:19 Efesusbrævið

so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,

4
Jákupsbrævið 5:13 Jákupsbrævið

Líður nakar av tykkum ilt – hann biði! Er nakar glaður – hann syngi lovsong!

3
Fyrsta Mósebók 4:21 Fyrsta Mósebók

Bróðir hansara æt Jubal; hann varð ættarfaðir at øllum teimum, ið spæla á hørpu og floytu.

2
Fyrra Krønikubók 23:5 Fyrra Krønikubók

4000 skulu vera duravaktarar, og 4000 skulu lova HARRANUM við ljóðførunum, ið eg havi latið gera til lovsongin.“

2
Sálmarnir 33:3 Sálmarnir

syngið Honum nýggjan song, sláið streingirnar vakurt við fagnaðarrópi!

2
Sálmarnir 98:4 Sálmarnir

Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin, hevja gleðiróp og lovsong,

2
Sálmarnir 98:5 Sálmarnir

lovsyng HARRANUM við sitara, við sitara og lovsongsljóði,

2
Sálmarnir 98:6 Sálmarnir

við lúðrum og hornblástri – rópið av frøi fyri konginum, HARRANUM!

2
Ápostlasøgan 16:25 Ápostlasøgan

Men um midnátt bóðu Paulus og Silas og sungu Gudi lovsongir, og fangarnir lurtaðu eftir teimum.

2
Fyrra Korintbrævið 14:15 Fyrra Korintbrævið

Hvussu er tað tá? Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini biðja við vitinum; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil eisini lovsyngja við vitinum.

2
Efesusbrævið 5:15 Efesusbrævið

Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís,

2
Efesusbrævið 5:16 Efesusbrævið

og keypið hina lagaligu tíð – tí dagarnir eru óndir!

2
Efesusbrævið 5:17 Efesusbrævið

Verið tá ikki dárar, men skiljið, hvat vilji Harrans er!

2
Efesusbrævið 5:18 Efesusbrævið

Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,

2
Efesusbrævið 5:20 Efesusbrævið

og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt, í navni Harra okkara Jesu Krists!

2
Efesusbrævið 5:21 Efesusbrævið

Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar!

2
Efesusbrævið 5:22 Efesusbrævið

Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!

2
Efesusbrævið 5:23 Efesusbrævið

Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.

2
Efesusbrævið 5:24 Efesusbrævið

Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.

2
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið

Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,

2
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið

Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!

2