tómur og sjálvupptikin
17 versir um "tómur og sjálvupptikin"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 127:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Sálomo. Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.
Sálmarnir 60:11 Sálmarnir
Hvør leiðir meg til hin fasta stað, hvør flytur meg til Edom!
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Prædikarin 1:2 Prædikarin
Fáfongd fáfongda, sigur prædikarin, fáfongd fáfongda – alt er fáfongd!
Fyrra Korintbrævið 15:58 Fyrra Korintbrævið
Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!
Jeremias 2:30 Jeremias
Einki batti, at Eg sló børn tykkara; tey tóku ikki við tykt; sum oyðandi leyva gjørdi svørð tykkara enda á profetum tykkara.
Matteus 6:7 Matteus
Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman – sum heidningarnir; tí teir halda, at teir skulu verða bønhoyrdir, táið teir nýta mong orð.
Sálmarnir 39:6 Sálmarnir
Sum handarbreidd hevur Tú gjørt dagar mínar, og lívstíð mín er Tær sum einki – vissuliga, berur tómleiki er hvørt menniskja, hvussu fast tað so stendur! – Sela.
Prædikarin 2:11 Prædikarin
Men táið eg so fór at hyggja at øllum, sum hendur mínar høvdu virkað, og at strevinum, ið tað hevði kostað mær, sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi; nei, undir sólini er einki, sum roknast kann fyri vinning!
Esaias 1:13 Esaias
Komið ikki uppaftur við tómum matofri – tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur – Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!
Fyrra Korintbrævið 3:20 Fyrra Korintbrævið
og uppaftur: „Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar.“
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Sálmarnir 2:1 Sálmarnir
Hví froysa heidningarnir, hví hava fólkasløg fáfongt í huga?
Esaias 30:7 Esaias
Aldri nakrantíð skal Egyptaland hjálpa! Tí kalli Eg tað: „Stórskrólarin, ið einki avrikar!“
Esaias 45:19 Esaias
Ikki í loyndum havi Eg talað, ikki á staði í myrkum landi; Eg havi ikki sagt við ætt Jákups: „Søkið Meg til einkis!“ – Eg, HARRIN, tali rættvísi, kunngeri tað, ið rætt er.
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið
Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!
Jákupsbrævið 4:5 Jákupsbrævið
Ella halda tit skriftina tala fáfongt? – Eftir heilum huga tráar Andin, Hann hevur givið bústað í okkum, men tess størri er náðin, Hann gevur!