tómt prát
20 versir um "tómt prát"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 12:36 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala.
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Orðtøkini 10:19 Orðtøkini
Har sum nógv orð eru, tvørrar ikki synd, men tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, er klókur.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Aftrat hesum læra tær eisini, við tað at tær mala hús úr húsi, at vera latar, ja, ikki bert at vera latar, men eisini at bera sley og blanda seg upp í tað, sum ikki kemur teimum við – og tala so tað, sum tær ikki eiga at tala.
Seinna Timoteusarbrævið 2:16 Seinna Timoteusarbrævið
Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi,
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Orðtøkini 15:2 Orðtøkini
Kunnskapur drýpur av tungu hinna vísu, men muður dáranna letur streyma út dárskap.
Seinna Timoteusarbrævið 2:14 Seinna Timoteusarbrævið
Minn á hetta, og vitna fyri ásjón Harrans, at tey mugu ikki stríðast um orð – til ongan bata, men teimum til oyðing, sum hoyra!
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Titusarbrævið 1:10 Titusarbrævið
Tí mong eru, sum ikki vilja vita av ræði, sum fara við tómum tosi og leiða í villu; serliga eru tað tey av umskeringini.
Sálmarnir 141:3 Sálmarnir
HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!
Orðtøkini 15:28 Orðtøkini
Hjarta hins rættvísa hugsar, áðrenn tað svarar, men muður gudleysra letur streyma út ilt.
Orðtøkini 16:28 Orðtøkini
Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.
Orðtøkini 17:28 Orðtøkini
Um tað so er dárin, verður hann roknaður fyri vísmann, táið hann tegir, og fyri vitigan mann, táið hann heldur munnin saman.
Orðtøkini 20:19 Orðtøkini
Baktalarin sigur frá tí, sum undir hann er lagt, og tann, ið ikki dugir at tiga, skalt tú einki hava við at gera.
Prædikarin 5:3 Prædikarin
Lovar tú Gudi okkurt, so drála ikki at uppfylla tað. Tí Honum líkar ikki dárar; halt tað, ið tú lovar!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:20 Fyrra Timoteusarbrævið
Á, Timoteus! Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga, tóma tosi og mótstøðu „kunnskaparins“ – sum tað av órøttum verður kallað,
Jákupsbrævið 3:5 Jákupsbrævið
Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur – hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!
Jákupsbrævið 3:6 Jákupsbrævið
Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva!