tómmeti / fánýti

8 versir um "tómmeti / fánýti"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 119:37 Sálmarnir

Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd, halt mær á lívi á vegi Tínum!

3
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.

3
Prædikarin 1:2 Prædikarin

Fáfongd fáfongda, sigur prædikarin, fáfongd fáfongda – alt er fáfongd!

3
Prædikarin 2:11 Prædikarin

Men táið eg so fór at hyggja at øllum, sum hendur mínar høvdu virkað, og at strevinum, ið tað hevði kostað mær, sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi; nei, undir sólini er einki, sum roknast kann fyri vinning!

3
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók

Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“

2
Sálmarnir 39:5 Sálmarnir

„Lat meg vita enda mín, HARRI, og dagamál mítt, hvat tað er, lat meg vita, hvussu skjótt eg skal burtur!“

2
Prædikarin 4:4 Prædikarin

Og eg sá, at alt strev og allur dugnaskapur í arbeiði er einki annað, enn at ein øvundar annan. – Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.

2
Prædikarin 5:10 Prædikarin

Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!

2