tóm orð
22 versir um "tóm orð"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 10:19 Orðtøkini
Har sum nógv orð eru, tvørrar ikki synd, men tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, er klókur.
Matteus 12:36 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala.
Matteus 12:37 Matteus
Tí eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur rættvísur, og eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur sekur.“
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Orðtøkini 15:2 Orðtøkini
Kunnskapur drýpur av tungu hinna vísu, men muður dáranna letur streyma út dárskap.
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Seinna Timoteusarbrævið 2:16 Seinna Timoteusarbrævið
Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi,
Sálmarnir 141:3 Sálmarnir
HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!
Kolossibrævið 3:8 Kolossibrævið
Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara.
Orðtøkini 13:3 Orðtøkini
Tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, varðar lív sítt, men tann, ið letur varrarnar langt sundur, honum verður tað til vanlukku.
Orðtøkini 21:23 Orðtøkini
Tann, ið varðar munn sín og tungu sína, varðar lív sítt frá trongdum.
Jákupsbrævið 3:5 Jákupsbrævið
Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur – hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!
Jákupsbrævið 3:6 Jákupsbrævið
Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva!
Orðtøkini 17:27 Orðtøkini
Tann, sum er sparin í orðum sínum, er klókur, og róligur í sinni er hin vitigi maðurin.
Orðtøkini 17:28 Orðtøkini
Um tað so er dárin, verður hann roknaður fyri vísmann, táið hann tegir, og fyri vitigan mann, táið hann heldur munnin saman.
Orðtøkini 18:21 Orðtøkini
Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara.
Orðtøkini 25:11 Orðtøkini
Sum gullepli í silvurskálum er orð, talað í rættari tíð.
Prædikarin 5:3 Prædikarin
Lovar tú Gudi okkurt, so drála ikki at uppfylla tað. Tí Honum líkar ikki dárar; halt tað, ið tú lovar!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:13 Fyrra Timoteusarbrævið
Aftrat hesum læra tær eisini, við tað at tær mala hús úr húsi, at vera latar, ja, ikki bert at vera latar, men eisini at bera sley og blanda seg upp í tað, sum ikki kemur teimum við – og tala so tað, sum tær ikki eiga at tala.
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið
ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið
Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.