Tænastu til onnur

26 versir um "Tænastu til onnur"

Versir

Síða 1 av 1
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan

Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““

7
Matteus 20:28 Matteus

eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“

3
Galatiabrævið 5:13 Galatiabrævið

Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!

3
Fyrra Pætursbrævið 4:10 Fyrra Pætursbrævið

Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!

3
Orðtøkini 11:25 Orðtøkini

Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.

2
Matteus 6:1 Matteus

„Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.

2
Matteus 6:2 Matteus

Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.

2
Matteus 6:3 Matteus

Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger –

2
Matteus 6:4 Matteus

fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

2
Matteus 23:11 Matteus

Hin størsti av tykkum skal vera tænari tykkara.

2
Matteus 25:35 Matteus

Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;

2
Matteus 25:36 Matteus

Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín.“

2
Matteus 25:37 Matteus

Tá skulu hini rættvísu svara Honum: „Harri! Nær sóu vit Teg svangan og góvu Tær at eta ella tystan og góvu Tær at drekka!

2
Matteus 25:38 Matteus

Nær sóu vit Teg fremmandan og tóku ímóti Tær ella naknan og klæddu Teg!

2
Matteus 25:39 Matteus

Nær sóu vit Teg sjúkan ella í fangahúsi og komu til Tín!“

2
Matteus 25:40 Matteus

Kongurin skal svara teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!“

2
Markus 9:35 Markus

Tá setti Hann seg niður, rópti hinar tólv og segði við teir: „Vil onkur vera hin fyrsti, so veri hann hin síðsti av øllum og tænari hjá øllum!“

2
Markus 10:44 Markus

og tann, ið fremstur vil verða av tykkum, skal vera trælur hjá øllum.

2
Markus 10:45 Markus

Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“

2
Lukas 6:38 Lukas

Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“

2
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið

Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.

2
Filippibrævið 2:1 Filippibrævið

Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn,

2
Filippibrævið 2:2 Filippibrævið

so gerið gleði mína fullkomna – at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál, somu tráan,

2
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið

einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,

2
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið

og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!

2
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið

Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!

2