Tæna kirkjuni
24 versir um "Tæna kirkjuni"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 4:10 Fyrra Pætursbrævið
Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds!
Fyrra Pætursbrævið 4:11 Fyrra Pætursbrævið
Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen.
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Galatiabrævið 6:10 Galatiabrævið
Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir
Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið
Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,
Efesusbrævið 4:12 Efesusbrævið
fyri at hini heilagu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,
Efesusbrævið 4:13 Efesusbrævið
inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists.
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið
So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
Efesusbrævið 4:15 Efesusbrævið
Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.
Efesusbrævið 4:16 Efesusbrævið
Tí út frá Honum verður alt likamið samanbundið og samanknýtt við hvørjum bandi, ið Hann gevur, og soleiðis veksur tað vøkst sín sum likam til uppbygging í kærleika, alt eftir teirri virkan, ið tilmáld er hvørjum parti fyri seg.
Fyrra Korintbrævið 12:4 Fyrra Korintbrævið
Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami.
Fyrra Korintbrævið 12:5 Fyrra Korintbrævið
Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami.
Fyrra Korintbrævið 12:6 Fyrra Korintbrævið
Kraftargerðirnar eru ymiskar, men Gud er hin sami, sum virkar alt í øllum.
Fyrra Korintbrævið 12:7 Fyrra Korintbrævið
Men einum og hvørjum verður opinbering Andans givin til tað, sum gagnligt er.
Fyrra Korintbrævið 12:8 Fyrra Korintbrævið
Soleiðis verður einum givin vísdómstala við Andanum, øðrum kunnskapartala – eftir sama Anda –
Fyrra Korintbrævið 12:9 Fyrra Korintbrævið
øðrum trúgv – í sama Anda – øðrum gávur at grøða – í sama Anda –
Fyrra Korintbrævið 12:10 Fyrra Korintbrævið
øðrum at gera kraftargerðir, øðrum profetagáva, øðrum at døma um andar, øðrum ymisk sløg av tungutalu, øðrum at útleggja tungutalu.
Fyrra Korintbrævið 12:11 Fyrra Korintbrævið
Alt hetta virkar hin eini og sami Andi, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:14 Fyrra Timoteusarbrævið
Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er – sum varð givin tær við profetorðum, við handaálegging hinna elstu!
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!