ætlanirnar ið Gud hevur við okkum
36 versir um "ætlanirnar ið Gud hevur við okkum"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 16:9 Orðtøkini
Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Orðtøkini 19:21 Orðtøkini
Mangar hugsanir eru í hjarta mansins, men ráð HARRANS er tað, ið fast stendur.
Prædikarin 3:1 Prædikarin
Alt hevur stund sína, og hvør fyritøka undir himli hevur tíð sína.
Prædikarin 3:2 Prædikarin
At verða føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína; at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað, ið plantað er, hevur tíð sína;
Prædikarin 3:3 Prædikarin
at drepa hevur tíð sína, og at grøða hevur tíð sína; at ríva niður hevur tíð sína, og at byggja upp hevur tíð sína;
Prædikarin 3:4 Prædikarin
at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;
Prædikarin 3:5 Prædikarin
at kasta burtur steinar hevur tíð sína, og at sanka steinar hevur tíð sína; at taka í favn hevur tíð sína, og at halda seg frá favntaki hevur tíð sína;
Prædikarin 3:6 Prædikarin
at leita hevur tíð sína, og at missa hevur tíð sína; at goyma hevur tíð sína, og at kasta burtur hevur tíð sína;
Prædikarin 3:7 Prædikarin
at skræða sundur hevur tíð sína, og at seyma saman hevur tíð sína; at tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína;
Prædikarin 3:8 Prædikarin
at elska hevur tíð sína, og at hata hevur tíð sína; ófriður hevur tíð sína, og friður hevur tíð sína.
Prædikarin 3:9 Prædikarin
Hvønn vinning hevur tann, sum ger okkurt, av møðini, ið hann hevur av tí!
Prædikarin 3:10 Prædikarin
Eg sá strevið, ið Gud hevur givið menniskjabørnunum at pøsa seg við.
Prædikarin 3:11 Prædikarin
Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.
Prædikarin 3:12 Prædikarin
Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva.
Prædikarin 3:13 Prædikarin
Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.
Prædikarin 3:14 Prædikarin
Eg dugdi at síggja, at alt, ið Gud ger, verður í allar ævir; einki kann leggjast aftrat tí, og einki kann takast burtur av tí; og so hevur Gud gjørt tað, fyri at vit skulu óttast Hann.
Prædikarin 3:15 Prædikarin
Tað, ið er, var longu fyrr, og tað, ið verður, hevur eisini verið fyrr; Gud leitar upp tað, ið farið er.
Prædikarin 3:16 Prædikarin
Framvegis sá eg undir sólini, at á dómstólinum, har sat gudloysið, og har sum rættvísi skuldi rátt, har ráddi gudloysi.
Prædikarin 3:17 Prædikarin
Tá segði eg í hjarta mínum: „Bæði hin rættvísa og hin gudleysa skal Gud døma; tí hjá Honum er hvørji fyritøku og øllum, sum gjørt verður, ásett tíð.“
Prædikarin 3:18 Prædikarin
Eg segði í hjarta mínum: „Tað er fyri menniskjanna skuld, fyri at Gud kann royna tey, og fyri at tey kunnu síggja, at í sær sjálvum eru tey einki annað enn dýr;
Prædikarin 3:19 Prædikarin
tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.
Prædikarin 3:20 Prædikarin
Øll fara tey á sama stað; øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina.
Prædikarin 3:21 Prædikarin
Hvør veit, um andi menniskjans stígur uppeftir, og um andi dýranna fer niður undir jørðina!“
Prædikarin 3:22 Prædikarin
Eg dugdi tá at síggja, at einki er menniskjanum betri enn at gleðast í arbeiði sínum; tí tað er luturin, ið hann fær; tí hvør letur hann fáa at síggja tað, ið koma skal eftir hann!
Esaias 58:11 Esaias
HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Sálmarnir 27:14 Sálmarnir
– Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM!
Sálmarnir 32:8 Sálmarnir
„Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“
Sálmarnir 37:23 Sálmarnir
HARRIN ger stig mansins føst, og Honum líkar leið hansara;
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fyrra Korintbrævið 2:9 Fyrra Korintbrævið
Vit tala – sum skrivað er – „tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.“