tøkni

21 versir um "tøkni"

Versir

Síða 1 av 1
Dániel 12:4 Dániel

Og tú Dániel! Goym hesi orð og innsigla bókina inntil tíð endans! Mong skulu granska í henni, og kunnskapurin skal verða stórur.“

6
Fyrsta Mósebók 11:6 Fyrsta Mósebók

og HARRIN segði: „Teir eru jú eitt og sama fólk, og eitt og sama tungumál hava teir allir; hetta er tað fyrsta, ið teir eru farnir undir at gera, og nú verður einki teimum óført, hvat teir so seta sær fyri!

4
Onnur Mósebók 31:1 Onnur Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

3
Onnur Mósebók 31:2 Onnur Mósebók

„Eg havi kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,

3
Onnur Mósebók 31:3 Onnur Mósebók

og Eg havi fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi og við hegni til alskyns arbeiði,

3
Onnur Mósebók 31:4 Onnur Mósebók

at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,

3
Onnur Mósebók 31:5 Onnur Mósebók

at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði.

3
Seinna Krønikubók 26:15 Seinna Krønikubók

Í Jerusalem læt hann gera snilt upphugsaðar krígsmaskinur, sum skuldu setast á tornini og múrhornini til at skjóta við pílum og stórum steinum. Og navn hansara varð gitið víða um; tí hann fekk hjálp á undurfullan hátt, so hann fekk ógvuliga stórt veldi.

3
Matteus 24:14 Matteus

Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.

3
Fyrra Korintbrævið 6:12 Fyrra Korintbrævið

Eg havi loyvi til alt – men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt – men eg má einki lata fáa vald á mær!

3
Fyrra Korintbrævið 10:31 Fyrra Korintbrævið

Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!

3
Nehemias 2:18 Nehemias

Og eg segði teimum, hvussu Gud mín hevði hildið góðu hond Sína yvir mær, og somuleiðis, hvat kongur hevði sagt við meg. Tá søgdu teir: „Vit skulu gera okkum til reiðar og byggja!“ Og teir fóru fúsir undir hetta góða verk.

2
Prædikarin 1:9 Prædikarin

Tað, ið verið hevur, er tað, ið verða skal, og tað, ið hent hevur, er tað, ið henda skal, og einki nýtt er undir sólini.

2
Esaias 10:15 Esaias

– Man øksin rósa sær móti honum, ið høggur við henni! Man sagin gera seg stóra móti honum, ið sagar við henni! Sum stavurin hevði sveiggjað tann, ið lyftir honum, sum putturin hevði lyft honum, ið ikki er av træ!

2
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið

Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið

so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.

2
Opinberingin 9:17 Opinberingin

Soleiðis sá eg í sjón míni hestarnar og teir, ið á teimum sótu: Eldreyðar, svartbláar og svávulgular brynjur høvdu teir; høvd hestanna vóru sum leyvuhøvd, og úr munnum teirra gekk út eldur, roykur og svávul.

2
Opinberingin 9:18 Opinberingin

Av hesum trimum plágum – eldinum, roykinum og svávulinum, ið út gekk úr munnum teirra – varð triðingurin av menniskjunum dripin.

2
Opinberingin 11:8 Opinberingin

Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland – har eisini Harri teirra varð krossfestur.

2
Opinberingin 11:9 Opinberingin

Menniskju av øllum fólkum, ættum, tungumálum og tjóðum skulu hyggja at líkum teirra hálvanfjórða dag og ikki loyva, at lík teirra verða løgd í grøv.

2
Opinberingin 11:10 Opinberingin

Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva.“

2