tjóðir
32 versir um "tjóðir"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 33:12 Sálmarnir
Sælt er tað fólk, ið hevur HARRAN til Gud, tað fólk, ið Hann hevur valt Sær til arv.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Esaias 60:12 Esaias
Tí tað fólk og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, skal ganga til grundar, ja, heidningarnir skulu verða heilt lagdir í oyði.
Fyrsta Mósebók 12:2 Fyrsta Mósebók
Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing.
Orðtøkini 14:34 Orðtøkini
Rættvísi lyftir tjóðina upp, men syndin er vanæra tjóðanna.
Esaias 60:18 Esaias
Ikki skal longur hoyrast um órætt í landi tínum, um yvirgang og oyðing innan fyri landamark tíni; nei, tú skalt kalla frelsu múrar tínar og lovsong portur tíni.
Fyrsta Mósebók 35:11 Fyrsta Mósebók
So segði Gud við hann: „Eg eri Gud hin Alvaldi; ver fruktbarur og nørst í tali! Eitt fólk, ja, fólk í hópatali skulu koma av tær, og kongar skulu koma úr lendum tínum.
Dániel 9:3 Dániel
Tá vendi eg ásjón míni til Gud Harran, at søkja Hann í bøn og eyðmjúkari ákallan við føstu og í sekki og øsku.
Dániel 9:4 Dániel
Eg bað til HARRAN Gud mín og játtaði og segði: „Á Harri, Tú stóri og øgiligi Gud, sum heldur sáttmála Tín og goymir teimum miskunn, sum elska Teg og halda boð Tíni!
Dániel 9:5 Dániel
Vit hava syndað og gjørt illa, verið ógudilig og sett okkum upp móti Tær, vit eru vikin frá boðum og lógum Tínum.
Dániel 9:6 Dániel
Vit lurtaðu ikki eftir tænarum Tínum profetunum, sum í navni Tínum talaðu til kongar okkara, høvdingar okkara, fedrar okkara og alt fólkið í landinum.
Dániel 9:7 Dániel
Tú stendur við rættinum, Harri, og vit noyðast at skamma okkum – sum nú gevur at bíta – vit, Judamenn, tey, sum í Jerusalem búðu, og alt Ísrael, bæði tey, ið nær eru, og tey, ið langt burtur eru, í øllum londunum, hagar Tú hevur rikið tey aftur fyri trúloysið móti Tær, sum tey hava víst.
Dániel 9:8 Dániel
Harri! Vit noyðast at skamma okkum, kongar okkara, høvdingar okkara og fedrar okkara – tí vit hava syndað móti Tær.
Dániel 9:9 Dániel
Hjá Harranum Gudi okkara er miskunn og fyrigeving. Tí vit hava sett okkum upp móti Honum;
Dániel 9:10 Dániel
og vit lurtaðu ikki eftir HARRANUM Gudi okkara og gjørdu ikki eftir lógum Hansara, sum Hann við tænarum Sínum profetunum legði fyri okkum.
Dániel 9:11 Dániel
Nei, alt Ísrael breyt lóg Tína og fall frá og lurtaði ikki eftir Tær. Tí varð tað úthelt yvir okkum, bannið, ið Hann hevði svorið at senda, og sum skrivað stendur í lóg Mósesar, tænara Guds – tí vit syndaðu móti Honum.
Dániel 9:12 Dániel
Og Hann helt orðini, ið Hann hevði talað móti okkum og móti dómarum okkara, sum dømdu okkum; Hann læt so svára vanlukku koma yvir okkum, at slíkt hevur ikki hent undir øllum himli, slíkt sum tað, ið hent hevur í Jerusalem.
Dániel 9:13 Dániel
Eftir tí, sum skrivað stendur í Móselóg, kom øll henda vanlukka yvir okkum; men vit royndu ikki at blíðka HARRAN Gud okkara, vendu ikki við frá misgerðum okkara og aktaðu ikki eftir sannleika Tínum.
Dániel 9:14 Dániel
Tí vakti HARRIN yvir vanlukkuni og læt hana koma yvir okkum; tí HARRIN Gud okkara er rættvísur í øllum, sum Hann ger, og vit lurtaðu ikki eftir Honum.
Dániel 9:15 Dániel
Og nú, Harri Gud okkara, Tú, sum við sterkari hond leiddi fólk Títt út av Egyptalandi og gjørdi Tær navn, sum er tað sama enn í dag – vit hava syndað, vit hava verið ógudilig!
Dániel 9:16 Dániel
Harri! Lat tó – fyri allar rættvísigerðir Tínar – vreiði og bræði Tína vendast burtur frá Jerusalem, staði Tínum, heilaga fjalli Tínum! Tí aftur fyri syndir okkara og misgerðir fedra okkara er Jerusalem og fólk Títt vorðið øllum teimum til spott, sum rundan um okkum búgva.
Dániel 9:17 Dániel
Hoyr nú, Gud okkara, bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara, og lat ásjón Tína lýsa yvir oydda halgidóm Tín – fyri Tína egnu skuld, Harri!
Dániel 9:18 Dániel
Gud mín! Vend oyra Tínum higar og hoyr! Lat upp eygu Tíni og síggj oyðingina, ið yvir okkum hevur gingið – hygg staðurin, ið kallaður er við navni Tínum! Tí ikki á rættvísigerðir okkara grunda vit eyðmjúku bønir okkara, sum vit bera fram fyri ásjón Tína – nei, á stóru miskunn Tína.
Dániel 9:19 Dániel
Harri, hoyr! Harri, fyrigev! Harri, akta eftir og ger tað, drála ikki – fyri Tína egnu skuld, Gud mín! Tí staður Tín og fólk Títt eru kallað við navni Tínum.“
Dániel 9:20 Dániel
Meðan eg enn talaði og bað og játtaði synd mína og synd Ísraels, fólks míns, og bar fram fyri ásjón HARRANS Guds míns bøn mína fyri heilaga fjalli Guds míns
Dániel 9:21 Dániel
– meðan eg enn talaði í bønini, kom Gabriel, hin maðurin, sum eg áður hevði sæð í sjónini – ta ferðina eg so heilt misti allan mátt – hann kom og nam við meg – tað var, táið kvøldofrið verður borið fram.
Mika 4:3 Mika
Hann skal døma millum mong fólk og skifta rætt millum veldig fólkasløg, líka til londini longst burtur; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; tjóð skal ikki longur reiggja svørð móti tjóð, og tær skulu ikki læra seg hernað longur;
Matteus 28:18 Matteus
Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.
Matteus 28:19 Matteus
Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
Opinberingin 7:9 Opinberingin
Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum.