tjóðin við ørnini

11 versir um "tjóðin við ørnini"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 19:4 Onnur Mósebók

„Tit hava sæð tað, ið Eg gjørdi við Egyptar, og hvussu Eg bar tykkum á arnaveingjum og leiddi tykkum til Mín.

12
Fimta Mósebók 32:11 Fimta Mósebók

Sum ørnin vekur reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, soleiðis breiddi Hann út veingir Sínar, tók hann upp og bar hann á flogfjaðrum Sínum.

10
Esaias 40:31 Esaias

Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!

9
Ezekiel 17:3 Ezekiel

– sig: So sigur Harrin HARRIN: Hin stóra ørnin við stórum veingjum og longum flogfjaðrum, við tøttum fjøðurhami í ymiskum litum, kom til Libanon og tók toppin av sedristrænum.

8
Opinberingin 12:14 Opinberingin

Men báðir veingir hinnar stóru arnar vórðu kvinnuni givnir, fyri at hon skuldi flúgva út í oyðimørkina til stað sítt, har hon fær føði sína tíð, tíðir og hálva tíð, burtur frá ásjón ormsins.

8
Jeremias 48:40 Jeremias

Tí so sigur HARRIN: Hann flýgur sum ørn og breiðir út veingirnar yvir Móab.

6
Jeremias 49:22 Jeremias

Sum ørn fer hann upp og flýgur og breiðir út veingirnar yvir Bozra, og hjarta kappanna í Edom verður tann dag sum hjarta kvinnu í barnsneyð.

6
Dániel 7:4 Dániel

Hitt fyrsta líktist leyvu, men hevði veingir sum ørn. Meðan eg hugdi at, vórðu veingirnir slitnir av tí, og tað varð lyft upp frá jørðini og reist á tveir føtur eins og menniskja og fekk menniskjahjarta.

5
Hoseas 8:1 Hoseas

Set lúðurin fyri munnin! Sum ørn kemur fíggindin yvir hús HARRANS, aftur fyri at tey hava brotið sáttmála Mín og eru vikin frá lóg Míni.

5
Ezekiel 17:7 Ezekiel

Men har var onnur stór ørn við stórum veingjum og nógvari fjøður – og víntræið toygdi røturnar yvir ímóti henni; úr staðnum, har tað var plantað, rætti tað greinarnar yvir til hennara, fyri at hon skuldi vatna tað.

3
Opinberingin 4:7 Opinberingin

Fyrsta veran var lík leyvu, onnur veran var lík ungtarvi, triðja veran hevði andlit sum menniskja, og fjórða veran var lík flúgvandi ørn.

2