tjaldmøti / tabernakl
99 versir um "tjaldmøti / tabernakl"
Versir
Síða 2 av 2Onnur Mósebók 36:8 Onnur Mósebók
Allir hesir menn, ið høvdu gott hegni til listarverk, av teimum, ið vóru við í arbeiðinum, teir gjørdu nú tabernaklið, av 10 teppum av fínum, tvinnaðum líni, og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi; tey vórðu gjørd við kerúbum á, í listvevnaði.
Onnur Mósebók 36:9 Onnur Mósebók
Hvørt teppi var 28 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini høvdu sama mál.
Onnur Mósebók 36:10 Onnur Mósebók
Fimm av teppunum vórðu skoytt saman til eitt, og á sama hátt hini fimm teppini.
Onnur Mósebók 36:11 Onnur Mósebók
Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, vórðu settar lykkjur av bláum tógvi, og á sama hátt vórðu lykkjur settar á jaðaran á tí ytsta teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
Onnur Mósebók 36:12 Onnur Mósebók
50 lykkjur vórðu settar á annað teppið, og 50 lykkjur vórðu settar á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum; lykkjurnar sótu hvør áraka aðra.
Onnur Mósebók 36:13 Onnur Mósebók
Síðani vórðu gjørdir 50 krókar av gulli at halda teppunum saman við, so tabernaklið varð eitt samanhangandi tjald.
Onnur Mósebók 36:14 Onnur Mósebók
Framvegis vórðu gjørd teppi av geitaull at tekja tabernaklið við; 11 slík teppi vórðu gjørd.
Onnur Mósebók 36:15 Onnur Mósebók
Hvørt teppi var 30 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini høvdu sama mál.
Onnur Mósebók 36:16 Onnur Mósebók
Fimm av teppunum vórðu skoytt saman fyri seg, og hini seks fyri seg.
Onnur Mósebók 36:17 Onnur Mósebók
Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, vórðu settar 50 lykkjur, og á sama hátt vórðu settar 50 lykkjur á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
Onnur Mósebók 36:18 Onnur Mósebók
So vórðu gjørdir 50 krókar av kopari at halda tekjuni saman við, so hon varð ein heild.
Onnur Mósebók 36:19 Onnur Mósebók
Uttan á tekjuna varð uppaftur gjørt tak av reyðlitaðum veðraskinni, og uttan á tað eitt tak enn av sjókúskinni.
Onnur Mósebók 36:20 Onnur Mósebók
Plankarnir til tabernaklið vórðu gjørdir av akasiuviði; teir stóðu upp og niður.
Onnur Mósebók 36:21 Onnur Mósebók
Hvør planki var 10 alin høgur og hálvaaðru alin breiður.
Onnur Mósebók 36:22 Onnur Mósebók
Á hvørjum planka vóru tveir tappar, bundnir saman við lista; soleiðis varð gjørt við allar plankarnar til tabernaklið.
Onnur Mósebók 36:23 Onnur Mósebók
Av plonkunum, ið gjørdir vórðu til tabernaklið, vórðu 20 reistir á tí síðuni, sum vendi móti suðri;
Onnur Mósebók 36:24 Onnur Mósebók
og 40 silvurstabbar vórðu gjørdir at seta undir teir 20 plankarnar, tveir stabbar undir hvønn planka, at seta tapparnar í.
Onnur Mósebók 36:25 Onnur Mósebók
Aðrir 20 plankar vórðu gjørdir til hina síðu tabernakulsins, hana, ið vendi móti norðri,
Onnur Mósebók 36:26 Onnur Mósebók
og til teirra 40 silvurstabbar, tveir stabbar undir hvønn planka.
Onnur Mósebók 36:27 Onnur Mósebók
Til baksíðu tabernakulsins, móti vestri, vórðu gjørdir seks plankar,
Onnur Mósebók 36:28 Onnur Mósebók
og til hornini á hesi somu síðu tveir plankar.
Onnur Mósebók 36:29 Onnur Mósebók
Teir vóru dupultir í neðra og líkaleiðis dupultir allan vegin upp, líka til fyrsta ringin; soleiðis vóru teir báðir vorðnir. Teir stóðu hvør á sínum horninum.
Onnur Mósebók 36:30 Onnur Mósebók
Til baksíðuna vóru soleiðis átta plankar, við silvurstøbbunum, ið til hoyrdu, 16 støbbum, tveimum undir hvørjum planka.
Onnur Mósebók 36:31 Onnur Mósebók
So vórðu gjørdar tvørstengur av akasiuviði, fimm til plankarnar á aðrari síðu tabernakulsins,
Onnur Mósebók 36:32 Onnur Mósebók
fimm til plankarnar á hini síðu tabernakulsins, og fimm til plankarnar á baksíðu tabernakulsins, móti vestri.
Onnur Mósebók 36:33 Onnur Mósebók
Mittasta tvørstongin, hon, ið var mitt á plonkunum, varð gjørd so, at hon gekk heilt tvørturum úr enda í enda á bróstinum.
Onnur Mósebók 36:34 Onnur Mósebók
Plankarnir vórðu klæddir við gulli, og ringarnir á teimum, sum tvørstengurnar skuldu stingast í, vórðu gjørdir av gulli; eisini tvørstengurnar vórðu klæddar við gulli.
Onnur Mósebók 36:35 Onnur Mósebók
Síðani varð forhangið gjørt, av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað varð gjørt í listvevnaði, við kerúbum á.
Onnur Mósebók 36:36 Onnur Mósebók
Til tað vórðu gjørdir fýra stólpar av akasiuviði, sum vórðu klæddir við gulli; krókarnir á teimum vórðu gjørdir av gulli, og fýra silvurstabbar vórðu stoyptir til teirra.
Onnur Mósebók 36:37 Onnur Mósebók
Til dyr tjaldsins varð gjørt teppi av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað var vovið í ymiskum litum.
Onnur Mósebók 36:38 Onnur Mósebók
Og til tað vórðu gjørdir fimm stólpar við krókum; stólpahøvdini og stengurnar vórðu klædd við gulli, og til stólparnar vórðu gjørdir fimm stabbar av kopari.
Hebrearabrævið 8:5 Hebrearabrævið
teir, ið tæna við mynd og skugga hins himmalska, eftir fyriskipanini, ið Móses fekk, táið hann skuldi gera tabernaklið. „Síggj til,“ segði Hann, „at tú gert alt eftir fyrimyndini, ið víst tær varð á fjallinum!“
Fjórða Mósebók 1:50 Fjórða Mósebók
Tú skalt seta Levitarnar til at standa fyri vitnisburðartabernaklinum og øllum amboðunum í tí og øllum, ið til tað hoyrir; teir skulu bera tabernaklið og øll amboðini í tí; teir skulu tæna við tabernaklið, og rundan um tað skal tilhald teirra vera.
Fjórða Mósebók 1:51 Fjórða Mósebók
Táið tabernaklið skal flytast, skulu Levitarnir taka tað niður, og táið tað skal reisast, skulu Levitarnir seta tað upp; kemur nakar fremmandur tí nær, skal hann lata lív.
Fjórða Mósebók 1:52 Fjórða Mósebók
Ísraelsmenn skulu reisa tjøldini, hvør í tilhaldi sínum og undir hermerki sínum, herur eftir her.
Fjórða Mósebók 1:53 Fjórða Mósebók
Men Levitarnir skulu reisa tjøldini rundan um vitnisburðartabernaklið, so ikki vreiði skal koma yvir samkomu Ísraelsmanna; tí tað eru Levitarnir, ið skulu varðveita vitnisburðartabernaklið.“
Fyrra Kongabók 8:4 Fyrra Kongabók
Og teir bóru ørk HARRANS niðan og samkomutjaldið og øll hini heilagu amboðini, sum í tjaldinum vóru; tað vóru prestarnir og Levitarnir, ið bóru tað niðan.
Jóhannes 1:14 Jóhannes
Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
Onnur Mósebók 30:26 Onnur Mósebók
Við henni skalt tú salva samkomutjaldið, vitnisburðarørkina,
Onnur Mósebók 40:34 Onnur Mósebók
Tá legði skýggið seg niður á samkomutjaldið, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið;
Onnur Mósebók 40:35 Onnur Mósebók
Móses fekk ikki farið inn í samkomutjaldið, av tí at skýggið hvíldi á tí, og dýrd HARRANS fylti tabernaklið.
Onnur Mósebók 40:36 Onnur Mósebók
Men á allari ferð síni hildu Ísraelsmenn avstað, táið skýggið lætti av tabernaklinum;
Onnur Mósebók 40:37 Onnur Mósebók
og táið skýggið ikki lætti, fóru teir ikki avstað, men bíðaðu til tann dag, táið tað aftur lætti.
Onnur Mósebók 40:38 Onnur Mósebók
Tí skýggj HARRANS lá á tabernaklinum um dagin, og um náttina lýsti eldur í skýnum fyri eygum Ísraelsmanna, á allari ferð teirra.
Fjórða Mósebók 7:89 Fjórða Mósebók
Táið Móses fór inn í samkomutjaldið at tala við HARRAN, hoyrdi hann røddina tala til sín av náðistólinum, sum var oman á vitnisburðarørkini, úr rúminum millum kerúbarnar báðar; har talaði Hann við hann.
Hebrearabrævið 9:2 Hebrearabrævið
Tí tjald varð gjørt, hitt fremra; í tí var ljósastakin, borðið og sýnisbreyðini – hetta kallast hitt heilaga.
Hebrearabrævið 9:3 Hebrearabrævið
Men aftan fyri annað forhangið var tjaldið, sum kallast hitt alraheilagasta;
Hebrearabrævið 9:11 Hebrearabrævið
Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomnara tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi –
Opinberingin 21:3 Opinberingin
Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: „Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.