tjaldmøti / tabernakl
99 versir um "tjaldmøti / tabernakl"
Versir
Síða 1 av 2Onnur Mósebók 25:8 Onnur Mósebók
Teir skulu gera Mær halgidóm; so skal Eg búgva millum teirra.
Onnur Mósebók 25:9 Onnur Mósebók
Tabernaklið og alt, ið til hoyrir, skulu tit á allan hátt gera eftir myndini, ið Eg vísi tær.
Triðja Mósebók 16:2 Triðja Mósebók
og segði við hann: „Sig við Áron, bróður tín, at hann má ikki eina og hvørja tíð fara inn í halgidómin, inn um forhangið, fram at náðistólinum, sum er á ørkini – fyri at hann skal ikki doyggja! Tí Eg opinberi Meg í skýnum yvir náðistólinum.
Onnur Mósebók 26:1 Onnur Mósebók
Tabernaklið skalt tú gera av 10 teppum av fínum, tvinnaðum líni og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi; tú skalt gera tey við kerúbum á, í listvevnaði.
Onnur Mósebók 26:2 Onnur Mósebók
Hvørt teppi skal vera 28 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál.
Onnur Mósebók 26:3 Onnur Mósebók
Fimm av teppunum skulu skoytast saman til eitt, og á sama hátt hini fimm teppini.
Onnur Mósebók 26:4 Onnur Mósebók
Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta lykkjur av bláum tógvi, og á sama hátt skalt tú seta lykkjur á jaðaran á tí ytsta teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
Onnur Mósebók 26:5 Onnur Mósebók
Tú skalt seta 50 lykkjur á annað teppið, og 50 lykkjur skalt tú seta á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum; lykkjurnar skulu sita hvør áraka aðra.
Onnur Mósebók 26:6 Onnur Mósebók
So skalt tú gera 50 krókar av gulli at halda teppunum saman við, so tabernaklið verður eitt samanhangandi tjald.
Onnur Mósebók 26:7 Onnur Mósebók
Framvegis skalt tú gera teppi av geitaull at tekja tabernaklið við; 11 slík teppi skalt tú gera.
Onnur Mósebók 26:8 Onnur Mósebók
Hvørt teppi skal vera 30 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál.
Onnur Mósebók 26:9 Onnur Mósebók
5 av teppunum skalt tú skoyta saman fyri seg og hini 6 fyri seg; tað sætta teppið skalt tú leggja dupult á teirri síðu tekjunnar, ið fram vendir.
Onnur Mósebók 26:10 Onnur Mósebók
Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta 50 lykkjur, og á sama hátt skalt tú seta 50 lykkjur í jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
Onnur Mósebók 26:11 Onnur Mósebók
So skalt tú gera 50 krókar av kopari og krøkja teir í lykkjurnar og soleiðis halda tekjuni saman, so hon verður ein heild.
Onnur Mósebók 26:12 Onnur Mósebók
Men viðvíkjandi tí, ið av loypur av tekjuteppunum – tí hálva teppinum, ið ov nógv er – so skal tað hanga niður av tabernaklinum fyri aftan.
Onnur Mósebók 26:13 Onnur Mósebók
Og hin eina alinin, ið tekjuteppini eru ov long báðumegin, skal hanga niður á báðar síður tabernakulsins at líva tí.
Onnur Mósebók 26:14 Onnur Mósebók
Uttan á tekjuna skalt tú uppaftur gera tak av reyðlitaðum veðraskinni, og uttan á tað eitt tak enn av sjókúskinni.
Onnur Mósebók 26:15 Onnur Mósebók
Plankarnar til tabernaklið skalt tú gera av akasiuviði; teir skulu standa upp og niður.
Onnur Mósebók 26:16 Onnur Mósebók
Hvør planki skal vera 10 alin høgur og hálvaaðru alin breiður.
Onnur Mósebók 26:17 Onnur Mósebók
Á hvørjum planka skulu vera tveir tappar, bundnir saman við lista; soleiðis skalt tú gera við allar plankar tabernakulsins.
Onnur Mósebók 26:18 Onnur Mósebók
Av plonkunum, ið tú gert til tabernaklið, skalt tú reisa 20 á tí síðuni, sum vendir móti suðri;
Onnur Mósebók 26:19 Onnur Mósebók
og 40 silvurstabbar skalt tú gera at seta undir teir 20 plankarnar, tveir stabbar undir hvønn planka at seta tapparnar í.
Onnur Mósebók 26:20 Onnur Mósebók
Aðrar 20 plankar skalt tú gera til hina síðu tabernakulsins, hana, ið vendir móti norðri,
Onnur Mósebók 26:21 Onnur Mósebók
og til teirra 40 silvurstabbar, tveir stabbar undir hvønn planka.
Onnur Mósebók 26:22 Onnur Mósebók
Til baksíðu tabernakulsins, móti vestri, skalt tú gera seks plankar,
Onnur Mósebók 26:23 Onnur Mósebók
og til hornini á hesi somu síðuni tveir plankar.
Onnur Mósebók 26:24 Onnur Mósebók
Teir skulu vera dupultir í neðra, og líkaleiðis báðir dupultir allan vegin upp, líka til fyrsta ringin; soleiðis skulu teir báðir vera. Teir skulu standa hvør á sínum horninum.
Onnur Mósebók 26:25 Onnur Mósebók
Til baksíðuna verða soleiðis átta plankar, við silvurstøbbunum, ið til hoyra, 16 støbbum, tveimum undir hvørjum planka.
Onnur Mósebók 26:26 Onnur Mósebók
So skalt tú gera tvørstengur av akasiuviði, fimm til plankarnar á aðrari síðu tabernakulsins,
Onnur Mósebók 26:27 Onnur Mósebók
fimm til plankarnar á hini síðu tabernakulsins, og fimm til plankarnar á baksíðu tabernakulsins, móti vestri.
Onnur Mósebók 26:28 Onnur Mósebók
Mittasta tvørstongin, hon, ið er mitt á plonkunum, skal ganga heilt tvørturum, úr enda í enda á bróstinum.
Onnur Mósebók 26:29 Onnur Mósebók
Plankarnar skalt tú klæða við gulli; og ringarnar á teimum, sum tvørstengurnar skulu stingast í, skalt tú gera av gulli; eisini tvørstengurnar skalt tú klæða við gulli.
Onnur Mósebók 26:30 Onnur Mósebók
Tú skalt reisa tabernaklið á rættan hátt, soleiðis sum tær varð víst á fjallinum.
Onnur Mósebók 26:31 Onnur Mósebók
Síðani skalt tú gera forhang av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal verða gjørt í listvevnaði, við kerúbum á.
Onnur Mósebók 26:32 Onnur Mósebók
Tað skalt tú heingja á fýra gullklæddar stólpar av akasiuviði við gullkrókum á, og sum standa á fýra silvurstøbbum.
Onnur Mósebók 26:33 Onnur Mósebók
So skalt tú heingja forhangið undir krókarnar.* Innan fyri forhangið skalt tú seta vitnisburðarørkina, og forhangið skal vera tykkum til at skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta.
Onnur Mósebók 26:34 Onnur Mósebók
Náðistólin skalt tú leggja á vitnisburðarørkina inni í hinum alraheilagasta.
Onnur Mósebók 26:35 Onnur Mósebók
Men borðið skalt tú seta uttan fyri forhangið og ljósastakan beint yvir av borðinum, við sunnaru síðu tabernakulsins; borðið skalt tú seta við norðaru síðu.
Onnur Mósebók 26:36 Onnur Mósebók
Til dyr tjaldsins skalt tú gera teppi av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal vera vovið í ymiskum litum.
Onnur Mósebók 26:37 Onnur Mósebók
Tú skalt gera fimm akasiustólpar til tað og klæða teir við gulli; krókarnir á teimum skulu vera av gulli, og tú skalt stoypa fimm koparstabbar til teirra.“
Onnur Mósebók 35:10 Onnur Mósebók
Allir menn ímillum tykkara, sum hava gott hegni til listarverk, skulu koma at gera alt tað, ið HARRIN hevur givið boð um:
Onnur Mósebók 35:11 Onnur Mósebók
Tabernaklið við tekjuni og takinum, krókunum, plonkunum, tvørstongunum, stólpunum og støbbunum,
Onnur Mósebók 35:12 Onnur Mósebók
ørkina við stongunum, náðistólin og forhangið, ið framman fyri hana skal vera,
Onnur Mósebók 35:13 Onnur Mósebók
borðið við stongunum og øllum tí, ið til hoyrir, og sýnisbreyðini,
Onnur Mósebók 35:14 Onnur Mósebók
ljósastakan við tí, ið til hoyrir, og lampurnar og oljuna til ljósastakan,
Onnur Mósebók 35:15 Onnur Mósebók
roykilsisaltarið við stongunum, salvuoljuna og roykilsið, forhangið fyri dyr tabernakulsins,
Onnur Mósebók 35:16 Onnur Mósebók
brennioffuraltarið við kopargrindini, stongunum og øllum, ið til hoyrir, vatnílatið við fóti tess,
Onnur Mósebók 35:17 Onnur Mósebók
umhang forgarðsins við stólpunum og støbbunum, forhangið fyri portur forgarðsins,
Onnur Mósebók 35:18 Onnur Mósebók
hælirnar, bæði til tabernaklið og forgarðin, og togini til teirra,
Onnur Mósebók 35:19 Onnur Mósebók
embætisklæðini til tænastuna í halgidóminum, hini heilagu klæði Árons prests og prestaklæði sona hansara.“