tilvild
14 versir um "tilvild"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 16:33 Orðtøkini
Í barminum verður luturin ristur, men hann fellur altíð, sum HARRIN vil.
Prædikarin 9:11 Prædikarin
Framvegis sá eg undir sólini, at tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapprenningini, ella kapparnir í bardaganum, ei heldur, at hinir vísu kunnu fáa breyð, ella at hinir vitigu kunnu vinna ríkidømi, ella hinir klóku verða væl umhildnir; tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Rómverjabrævið 8:29 Rómverjabrævið
Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.
Rómverjabrævið 8:30 Rómverjabrævið
Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.
Esaias 46:9 Esaias
Hugsið um tað, ið fyrr var, longu í fornum tíðum – at Eg eri Gud, og eingin annar, at Eg eri Gud, og eingin annar er sum Eg,
Esaias 46:10 Esaias
Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: „Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg!“
Sálmarnir 115:3 Sálmarnir
Gud okkara, Hann er í Himli, Hann ger alt tað, ið Hann vil.
Efesusbrævið 1:11 Efesusbrævið
Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.
Matteus 18:21 Matteus
Tá steig Pætur fram og segði við Hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“
Matteus 18:22 Matteus
Jesus svaraði honum: „Eg sigi tær: Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.