tilskrivað rættvísi Kristusar

6 versir um "tilskrivað rættvísi Kristusar"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Korintbrævið 5:21 Seinna Korintbrævið

Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.

3
Rómverjabrævið 1:17 Rómverjabrævið

Rættvísi Guds av trúgv opinberast í tí fyri trúgv – sum skrivað er: „Hin rættvísi skal liva av trúgv.“

2
Rómverjabrævið 4:5 Rómverjabrævið

Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudiliga rættvísan – honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi.

2
Rómverjabrævið 4:6 Rómverjabrævið

Soleiðis prísar eisini Dávid tað menniskja sælt, sum Gud tilroknar rættvísi uttan verk:

2
Fyrra Korintbrævið 1:30 Fyrra Korintbrævið

Men av Honum eru tit, í Kristi Jesusi – sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi, rættvísi, heilaggering og endurloysing,

2
Filippibrævið 3:9 Filippibrævið

og verða funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísini frá Gudi, sum er grundað á trúgv.

2