tilbiðjanarrøð
19 versir um "tilbiðjanarrøð"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 4:24 Jóhannes
Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“
Fyrra Korintbrævið 14:26 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!
Fyrra Korintbrævið 14:27 Fyrra Korintbrævið
Talar onkur í tungum, so latið tað vera tveir ella í mesta lagi tríggjar hvørja ferð, og ein í senn, og ein útleggi tað!
Fyrra Korintbrævið 14:28 Fyrra Korintbrævið
Er eingin útleggjari hjástaddur, skal hin tiga í samkomuni; men hann tali fyri sær sjálvum og fyri Gudi!
Fyrra Korintbrævið 14:29 Fyrra Korintbrævið
Av profetum skulu tveir ella tríggir tala, og hinir dømi um tað!
Fyrra Korintbrævið 14:30 Fyrra Korintbrævið
Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri tiga.
Fyrra Korintbrævið 14:31 Fyrra Korintbrævið
Tí tit kunnu allir profetera, hvør eftir annan, so at øll kunnu læra, og øll verða ámint;
Fyrra Korintbrævið 14:32 Fyrra Korintbrævið
og andar profeta eru profetum undirgivnir.
Fyrra Korintbrævið 14:33 Fyrra Korintbrævið
Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.
Fyrra Korintbrævið 14:34 Fyrra Korintbrævið
Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar – sum eisini lógin sigur.
Fyrra Korintbrævið 14:35 Fyrra Korintbrævið
Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar.
Fyrra Korintbrævið 14:36 Fyrra Korintbrævið
Ella var tað frá tykkum, orð Guds gekk út! Eru tit tey einastu, sum tað er komið til!
Fyrra Korintbrævið 14:37 Fyrra Korintbrævið
Heldur onkur seg vera profet ella andaligan, so ásanni hann, at tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans!
Fyrra Korintbrævið 14:38 Fyrra Korintbrævið
Men skilir onkur tað ikki, so kann hann lata vera!
Fyrra Korintbrævið 14:39 Fyrra Korintbrævið
Nú, brøður mínir, tráið tá eftir at profetera, og forðið ongum at tala í tungum!
Fyrra Korintbrævið 14:40 Fyrra Korintbrævið
Men alt gangi sømiliga og við skili!
Efesusbrævið 5:19 Efesusbrævið
so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Opinberingin 1:3 Opinberingin
Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær.