tilbiðjan av falskum gudum
44 versir um "tilbiðjan av falskum gudum"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:2 Onnur Mósebók
„Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók
Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
Onnur Mósebók 20:6 Onnur Mósebók
men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.
Onnur Mósebók 34:14 Onnur Mósebók
Tí tú mást ongan annan gud tilbiðja! HARRIN eitur Álvarsamur; álvarsamur Gud er Hann!
Jóhannes 4:24 Jóhannes
Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“
Rómverjabrævið 8:7 Rómverjabrævið
Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað;
Fyrra Korintbrævið 10:20 Fyrra Korintbrævið
Nei! Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud; og eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar.
Onnur Mósebók 32:1 Onnur Mósebók
Men táið fólkið sá, at tað varð so leingi, áðrenn Móses kom oman aftur av fjallinum, flokkaðust tey um Áron og søgdu við hann: „Kom og ger okkum gud, ið ganga kann undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!“
Onnur Mósebók 32:2 Onnur Mósebók
Tá segði Áron við tey: „Takið gullringarnar, ið konur tykkara og synir og døtur tykkara hava í oyrunum, og fáið mær teir!“
Onnur Mósebók 32:3 Onnur Mósebók
Alt fólkið tók tá gullringarnar úr oyrunum og kom við teimum til Áron.
Onnur Mósebók 32:4 Onnur Mósebók
Og hann tók við gullinum, stoypti tað um og høgdi tað við meitli til kálv. Tá søgdu tey: „Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!“
Onnur Mósebók 32:5 Onnur Mósebók
Táið Áron sá hetta, reisti hann honum altar og læt kunngera: „Í morgin verður høgtíð fyri HARRANUM!“
Onnur Mósebók 32:6 Onnur Mósebók
Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp, ofraðu brennioffur og bóru fram takkoffur; síðani setti fólkið seg niður at eta og drekka og reistist so og fór at spæla.
Fimta Mósebók 12:30 Fimta Mósebók
varða teg tá, at tú letur teg ikki dára og gongur í fótasporum teirra, eftir at tey eru oydd fyri tær, og at tú spyrt ikki eftir gudum teirra og sigur: „Hvussu plagdu hesi fólk at dýrka gudar sínar? – Soleiðis skal eg gera við!“
Fimta Mósebók 12:31 Fimta Mósebók
– Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiður, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiður.
Fimta Mósebók 13:1 Fimta Mósebók
„Táið profetur stígur fram ímillum tykkara, ella ein, ið hevur dreymar, og hann kunnger tær tekin ella undur
Fimta Mósebók 13:2 Fimta Mósebók
– og tekinið ella undrið, ið hann hevur tosað við teg um, hendir – og hann samstundis sigur: „Latið okkum halda okkum til aðrar gudar“ – slíkar, sum tú ikki kennir – „og latið okkum dýrka teir!“
Fimta Mósebók 13:3 Fimta Mósebók
tá mást tú ikki lurta eftir tí, ið hesin profetur sigur, ella eftir honum, ið dreymin hevði; tí HARRIN Gud tykkara roynir tykkum fyri at fáa at vita, um tit elska HARRAN Gud tykkara av øllum hjarta tykkara og allari sál tykkara.
Fimta Mósebók 13:4 Fimta Mósebók
– HARRAN Gud tykkara skulu tit halda tykkum til, og Hann skulu tit óttast; boðum Hansara skulu tit akta eftir, og eftir rødd Hansara skulu tit lurta; Honum skulu tit tæna, og Hann skulu tit halda fast við!
Fimta Mósebók 13:5 Fimta Mósebók
Men hin profeturin, ella hann, ið dreymin hevði, skal lata lív, aftur fyri at hann stuðlaði til fráfall frá HARRANUM Gudi tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi og loysti teg úr trælahúsinum, og aftur fyri at hann ætlaði at lokka teg burt av leiðini, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær boð um at ganga; soleiðis skalt tú beina fyri hinum illa millum tykkara.
Fimta Mósebók 13:6 Fimta Mósebók
Um bróðir tín – sonur móður tína – ella sonur ella dóttir tín, ella konan í favni tínum, ella vinur tín, ið tú elskar sum tína egnu sál – um onkur av teimum í loyndum lokkar teg og sigur: „Lat okkum fara og dýrka aðrar gudar!“ – slíkar, sum tú og fedrar tínir ikki hava kent,
Fimta Mósebók 13:7 Fimta Mósebók
gudar fólkanna, ið rundan um tykkum búgva, nær hjá tær ella langt frá tær, frá øðrum enda jarðarinnar at øðrum –
Fimta Mósebók 13:8 Fimta Mósebók
tá mást tú ikki eftirlíka tær og ikki lurta eftir honum; tú mást ikki spara, tær má ikki tykjast synd í honum, og tú mást ikki bera í bøtuflaka fyri hann
Fimta Mósebók 13:9 Fimta Mósebók
– nei, tú skalt drepa hann, tú skalt sjálvur vera tann fyrsti, ið lyftir hondini móti honum at taka hann av døgum, og síðani skal alt fólkið gera tað sama!
Fimta Mósebók 13:10 Fimta Mósebók
Tú skalt steina hann til deyða, aftur fyri at hann royndi at lokka teg til fráfall frá HARRANUM Gudi tínum, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum;
Fimta Mósebók 13:11 Fimta Mósebók
og tað skal spyrjast í øllum Ísrael, so at tey óttast, og slík illgerð verður ikki gjørd uppaftur millum tykkara!
Fimta Mósebók 13:12 Fimta Mósebók
Frættir tú um onkun av býunum, ið HARRIN Gud tín gevur tær at búgva í,
Fimta Mósebók 13:13 Fimta Mósebók
at gudleysir menn eru stignir fram millum tykkara og hava villleitt tey, sum teir búgva í býi saman við, og sagt: „Latið okkum fara og dýrka aðrar gudar!“ – slíkar, sum tit ikki kenna –
Fimta Mósebók 13:14 Fimta Mósebók
tá skalt tú granska og rannsaka og kanna gjølla eftir; og er tað tá satt, er tað vist og vitnisfast, at nakað so viðurstyggiligt er gjørt hjá tykkum,
Fimta Mósebók 13:15 Fimta Mósebók
so skalt tú høgga tey, sum í hesum býi búgva, niður við svørði; tú skalt bannlýsa hann og alt tað, sum í honum er; eisini fæið har skalt tú høgga niður við svørði.
Fimta Mósebók 13:16 Fimta Mósebók
Allan fongin, ið tú tekur har, skalt tú savna saman mitt á torginum, og so skalt tú brenna bæði býin og allan fongin, ið tú hevur tikið, sum heiloffur til HARRAN Gud tín; síðani skal hann til ævigar tíðir liggja í eyrdunga og aldri verða upp aftur bygdur.
Fimta Mósebók 13:17 Fimta Mósebók
Ikki eitt sindur av tí bannlýsta má verða hangandi uppi í hondum tínum – so HARRIN kann steðga brennandi vreiði Síni og vera tær náðigur, vísa tær miskunn og lata teg nørast – soleiðis sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum at gera,
Fimta Mósebók 13:18 Fimta Mósebók
táið tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar eftir øllum boðum Hansara, sum eg í dag gevi tykkum, og gert tað, ið beint er í eygum HARRANS Guds tíns.“
Jeremias 10:2 Jeremias
So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!
Jeremias 10:3 Jeremias
Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;
Jeremias 10:4 Jeremias
við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki.
Jeremias 10:5 Jeremias
Teir* eru sum ræða í melóngarði og duga ikki at tosa; teir mugu verða bornir, tí teir duga ikki at ganga. Ræðist ikki teir! Teir fáa jú einki ilt gjørt, og líka lítið eru teir mentir at gera gott.
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Markus 7:7 Markus
Og tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.“
Markus 7:9 Markus
Og Hann segði við teir: „Vakurt er! Tit gera boð Guds til einkis fyri at halda viðtøku tykkara!
Lukas 6:46 Lukas
Men hví kalla tit Meg: „Harri, Harri!“ – og gera ikki tað, sum Eg sigi?
Fyrra Korintbrævið 10:14 Fyrra Korintbrævið
Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni!