tilbiðjan
9 versir um "tilbiðjan"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Krønikubók 29:11 Fyrra Krønikubók
Tín, HARRI, er stórleikin, mátturin, heiðurin, dýrdin og hátignin, ja, alt í Himli og á jørð! Títt, HARRI, er ríkið, og Tú situr høgt yvir øllum og hevur alt í valdi Tínum!
Fyrra Krønikubók 29:12 Fyrra Krønikubók
Ríkidømi og heiður kemur frá Tær, og Tú ræður yvir øllum; í hond Tíni er styrki og megi, í hond Tíni stendur tað at gera stórt og sterkt, hvat ið tað so skal vera.
Fyrra Krønikubók 29:13 Fyrra Krønikubók
Tí prísa vit nú Tær, Gud okkara, og lova dýra navni Tínum.
Fyrra Krønikubók 29:14 Fyrra Krønikubók
Tí hvat eri eg, og hvat er fólk mítt, at vit skuldu verið førir fyri at givið slíkar sjálvkravdar gávur! Frá Tær kemur tað, alt sum tað er, og av tí, sum hond Tín hevur givið okkum, hava vit givið Tær.
Filippibrævið 2:10 Filippibrævið
fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru,
Hebrearabrævið 1:3 Hebrearabrævið
Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.
Matteus 22:37 Matteus
Hann svaraði honum: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“
Jóhannes 4:24 Jóhannes
Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“
Opinberingin 5:13 Opinberingin
Og hvønn skapning, sum er í Himlinum, á jørðini, undir jørðini og á havinum, ja, alt, sum teimum er í, hoyrdi eg siga: „Honum, sum í hásætinum situr, og lambinum tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!“