tíggjundir og gávur
14 versir um "tíggjundir og gávur"
Versir
Síða 1 av 1Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Matteus 23:23 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Triðja Mósebók 27:30 Triðja Mósebók
Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað.
Fjórða Mósebók 18:21 Fjórða Mósebók
Alla tíggjund í Ísrael havi Eg givið Levitunum sum arv, í løn fyri arbeiðið, teir gera í samkomutjaldinum.
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini
So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.
Malakias 3:8 Malakias
Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!
Markus 12:41 Markus
Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv.
Markus 12:42 Markus
Men ein fátæk einkja kom og legði tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra.
Markus 12:43 Markus
Tá kallaði Hann lærisveinar Sínar til Sín og segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna.
Markus 12:44 Markus
Tí tey løgdu øll av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína.“
Fyrra Korintbrævið 16:2 Fyrra Korintbrævið
Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav – sum honum nú ber til – so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi.