tíggjundir
15 versir um "tíggjundir"
Versir
Síða 1 av 1Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Matteus 23:23 Matteus
Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit tíggjunda av myntu, dild og kumman, og veita tí ongan ans, sum meiri vigar í lógini: Rætti, miskunn og trúskapi. Hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.
Malakias 3:8 Malakias
Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!
Malakias 3:9 Malakias
Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!
Fyrsta Mósebók 14:20 Fyrsta Mósebók
Lovaður veri Gud hin Hægsti, sum gav tær fíggindar tínar í hendur!“ – Og Ábram læt hann fáa tíggjund av øllum.
Fyrsta Mósebók 28:20 Fyrsta Mósebók
Jákup gjørdi nú hetta lyfti: „Er Gud við mær, og varðveitir Hann meg á hesi ferð míni og gevur mær breyð at eta og klæði at lata meg í,
Fyrsta Mósebók 28:21 Fyrsta Mósebók
so at eg í øllum góðum komi aftur til hús faðirs míns – so skal HARRIN vera Gud mín;
Fyrsta Mósebók 28:22 Fyrsta Mósebók
og hesin steinur, ið eg havi reist sum minnisstein, hann skal vera hús Guds; og av øllum, ið Tú gevur mær, skal eg geva Tær tíggjund.“
Triðja Mósebók 27:30 Triðja Mósebók
Øll tíggjund av jørðini er ogn HARRANS, bæði av grøðini á markini og av ávøkstinum av trøunum; hon er HARRANUM halgað.
Nehemias 10:38 Nehemias
Ein prestur, ein av sonum Áron, skuldi vera hjá Levitunum, táið teir tóku tíggjundina, og sjálvir skuldu Levitarnir koma til hús Guds okkara við tíggjundini av tíggjund síni, til kømur goymslunnar.
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Amos 4:4 Amos
Farið til Betel – og syndið! Farið til Gilgal – og syndið, so munar! Berið hvønn morgun fram sláturoffur tykkara, triðjahvønn dag tíggjundir tykkara!
Lukas 11:42 Lukas
Vei tykkum, tit Farisearar! Tí tit tíggjunda av myntu, rútu og alskyns urtum, og spyrja ikki um rætt og kærleika til Gud; hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.