tíggjund

56 versir um "tíggjund"

Versir

Síða 2 av 2
Hebrearabrævið 7:24 Hebrearabrævið

men hesin hevur óforgeingiligt prestadømi, við tað at Hann verður í allar ævir.

2
Hebrearabrævið 7:25 Hebrearabrævið

Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum.

2
Hebrearabrævið 7:26 Hebrearabrævið

Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt – upp um Himlarnar,

2
Hebrearabrævið 7:27 Hebrearabrævið

ein, sum ikki hvønn dag hevur fyri neyðini – eins og høvuðsprestarnir – at bera fram offur, fyrst fyri Sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins; tí hetta gjørdi Hann eina ferð fyri allar, táið Hann ofraði Seg sjálvan.

2
Hebrearabrævið 7:28 Hebrearabrævið

Tí lógin setur til høvuðsprestar menniskju, sum hava brek; men orð eiðarins, sum kom eftir lógina, setur inn Sonin, sum er gjørdur fullkomin í allar ævir.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!

2