tíðarframmur deyði
19 versir um "tíðarframmur deyði"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 57:1 Esaias
Hin rættvísi umkemst, og ikki ein er, sum leggur sær tað á hjarta; gudsóttandi menn verða ryktir burt, uttan at nakar hugsar um, at hin rættvísi verður ryktur burt, áðrenn vanlukkan kemur.
Esaias 57:2 Esaias
Hann fer inn til frið; teir hvíla á legum sínum, allir teir, sum gingu leið sína beint fram.
Prædikarin 7:17 Prædikarin
Ver ikki ov gudleysur, og ver ikki dári! – Hví vilt tú doyggja fyri tíðina?
Job 14:1 Job
„Menniskjað, føtt av kvinnu, livir stutta tíð – og mettast av ófriði.
Job 14:2 Job
Tað veksur upp sum blóman – og følnar, fer avstað sum skuggin, stendur ikki fast.
Sálmarnir 39:4 Sálmarnir
hjartað brendi í brósti mínum, eldur tendraðist, meðan eg grundaði; tá talaði eg við tunguni:
Sálmarnir 39:5 Sálmarnir
„Lat meg vita enda mín, HARRI, og dagamál mítt, hvat tað er, lat meg vita, hvussu skjótt eg skal burtur!“
Jákupsbrævið 4:14 Jákupsbrævið
– tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.
Seinna Sámuelsbók 12:22 Seinna Sámuelsbók
Hann svaraði: „So leingi sum barnið livdi, fastaði eg og græt; tí eg hugsaði: „Hvør veit! Kanska HARRIN vísir mær náði, so barnið fer at liva!“
Seinna Sámuelsbók 12:23 Seinna Sámuelsbók
Men nú hann er deyður, hví skal eg nú fasta! Kann eg fáa hann aftur! Eg fari til hansara, men hann kemur ikki aftur til mín!“
Sálmarnir 90:12 Sálmarnir
At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!
Sálmarnir 102:23 Sálmarnir
táið tey koma saman, fólkasløgini og ríkini, at tæna HARRANUM.
Sálmarnir 102:24 Sálmarnir
Hann hevur boygt kraft mína á vegnum, Hann hevur stytt dagar mínar.
Lukas 12:20 Lukas
Men Gud segði við hann: „Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!“
Lukas 23:43 Lukas
Hann svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 11:25 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.
Jóhannes 11:26 Jóhannes
Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja. Trýrt tú hesum?“
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið
Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.