tey val vit taka
95 versir um "tey val vit taka"
Versir
Síða 2 av 2Fimta Mósebók 28:45 Fimta Mósebók
Øll hesi bann skulu koma yvir teg og liggja eftir tær og náa tær, inntil endi er á tær – aftur fyri at tú hoyrdi ikki rødd HARRANS Guds tíns, so tú heltst boð og lógir Hansara, sum Hann gav tær;
Fimta Mósebók 28:46 Fimta Mósebók
tey skulu til ævigar tíðir hanga uppi í tær og avkomi tínum sum tekin og undur.
Fimta Mósebók 28:47 Fimta Mósebók
Aftur fyri at tú tænti ikki HARRANUM Gudi tínum við gleði og av hjartans lysti, meðan tú hevði yvirflóð av øllum,
Fimta Mósebók 28:48 Fimta Mósebók
so skalt tú sleppa at tæna fíggindum tínum, sum HARRIN skal senda ímóti tær, í hungri og tosta, nakin og saknandi alt; Hann skal leggja jarnok á háls tín, inntil Hann hevur gjørt enda á tær.
Fimta Mósebók 28:49 Fimta Mósebók
HARRIN skal stevna ímóti tær eini tjóð langt burtur frá, frá enda jarðarinnar, eini tjóð, ið kemur flúgvandi sum ørn, eini tjóð, hvørjar tungumál tú skilir ikki;
Fimta Mósebók 28:50 Fimta Mósebók
eini tjóð við hørðum andliti – hvørki vísir hon teimum gomlu virðing ella teimum ungu miskunn.
Fimta Mósebók 28:51 Fimta Mósebók
Hon skal eta upp fruktina av fæi tínum og fruktina av jørð tíni, inntil endi er á tær; hon skal hvørki lata korn, vín ella olju verða eftir hjá tær, hvørki tað, ið kýr tínar kálva, ella tað, ið smáfæ títt lembir – inntil hon hevur forkomið tær.
Fimta Mósebók 28:52 Fimta Mósebók
Hon skal kringseta teg í øllum býum tínum, inntil teir høgu, sterku múrar tínir, sum tú lítur á, falla í øllum landi tínum, sum HARRIN Gud tín hevur givið tær.
Fimta Mósebók 28:53 Fimta Mósebók
Tá skalt tú eta lívsfrukt tína, kjøtið av sonum og døtrum tínum, sum HARRIN Gud tín hevur givið tær; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum.
Fimta Mósebók 28:54 Fimta Mósebók
Tann av monnum tínum, sum fínastur og mest vandin er, skal hyggja við óndum eygum á bróður sín, konuna í favni sínum og børnini, ið hann enn hevur eftir,
Fimta Mósebók 28:55 Fimta Mósebók
og ongum av teimum unna bita burtur av kjøti barna sína, sum hann etur, av tí at hann hevur einki annað eftir; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum í øllum býum tínum.
Fimta Mósebók 28:56 Fimta Mósebók
Tann av kvinnum tínum, sum fínast og mest vandin er – hon, ið aldri beyð til at stíga fótin á jørðina, so vandin og fín er hon – skal hyggja við óndum eygum á mannin í favni sínum og son sín og dóttur sína,
Fimta Mósebók 28:57 Fimta Mósebók
og ikki unna teimum eftirburðin, ið frá henni gongur, ella børnini, ið hon eigur; tí við tað at henni fattast alt, etur hon tey sjálv í loynd; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum í øllum býum tínum.
Fimta Mósebók 28:58 Fimta Mósebók
Aktar tú ikki eftir at halda øll orðini í hesi lóg, tey, sum í hesi bók standa skrivað, og óttast tú ikki hetta dýra og ræðuliga navn: HARRIN Gud tín,
Fimta Mósebók 28:59 Fimta Mósebók
so skal HARRIN senda óhoyrdar plágur á teg og avkom títt, svárar, áhaldandi plágur og óndar, áhaldandi sjúkur;
Fimta Mósebók 28:60 Fimta Mósebók
Hann skal lata allar sjúkur Egyptalands, sum tú ræðist, koma á teg, og tær skulu hanga uppi í tær;
Fimta Mósebók 28:61 Fimta Mósebók
ja, og allar aðrar sjúkur og plágur, sum einki stendur skrivað um í hesi lógbók, skal HARRIN lata koma á teg, inntil endi er á tær.
Fimta Mósebók 28:62 Fimta Mósebók
Bert lítil flokkur skal verða eftir av tykkum, tit, ið vóru so mong í tali sum stjørnurnar á himli – afturfyri at tú hoyrdi ikki rødd HARRANS Guds tíns.
Fimta Mósebók 28:63 Fimta Mósebók
Og eins og HARRIN fyrr hevði gleði av at gera væl við tykkum og lata tykkum nørast, so skal HARRIN nú hava gleði av at forkoma og týna tykkum; tit skulu verða rikin burtur úr landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
Fimta Mósebók 28:64 Fimta Mósebók
HARRIN skal spjaða teg millum øll fólkasløgini, frá øðrum enda jarðarinnar at øðrum, og har skalt tú dýrka aðrar gudar, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, træ og stein.
Fimta Mósebók 28:65 Fimta Mósebók
Millum hesi fólk skalt tú ongan frið hava, og fótur tín skal onga hvíld finna; tí HARRIN skal har geva tær skelvandi hjarta, eygu, ið tærast burtur, og sál, sum ørmaktast.
Fimta Mósebók 28:66 Fimta Mósebók
Lív títt skal tykjast tær at hanga í einum hári; tú skalt vera í angist bæði dag og nátt og aldri vera ekkaleysur um lív títt.
Fimta Mósebók 28:67 Fimta Mósebók
Um morgunin skalt tú siga: „Eg vildi, at kvøldið var komið!“ og um kvøldið: „Eg vildi, at morgunin var komin!“ – Slíka angist skalt tú kenna í hjartanum, og so ræðuligt verður tað, ið tú sært fyri eygum tínum.
Fimta Mósebók 28:68 Fimta Mósebók
HARRIN skal á skipum flyta teg aftur til Egyptalands – ta leiðina, ið Eg lovaði tær, at tú aldri skuldi fáa at síggja aftur; har skulu tit verða boðin fíggindum tykkara til keyps sum trælir og trælkvinnur, men eingin skal vilja keypa tykkum.“
Fimta Mósebók 30:19 Fimta Mósebók
Eg taki í dag himmal og jørð til vitni móti tykkum, at eg havi lagt fyri teg lívið og deyðan, signingina og bannið – vel tí lívið, so tú og avkom títt kunnu liva!
Josva 24:15 Josva
Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna – gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!“
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Orðtøkini 13:22 Orðtøkini
Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.
Orðtøkini 16:28 Orðtøkini
Falskur maður elvir stríð, og oyratutl skilir vin frá vini.
Orðtøkini 21:20 Orðtøkini
Dýrabarir skattir og olja eru í húsi hins vísa, men dárin ger enda á tí.
Matteus 7:1 Matteus
„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,
Matteus 7:2 Matteus
og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.
Matteus 7:3 Matteus
Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?
Matteus 7:4 Matteus
Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ – tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!
Matteus 7:5 Matteus
Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!
Matteus 7:6 Matteus
Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!
Lukas 10:27 Lukas
Hann svaraði: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.““
Lukas 14:28 Lukas
Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Opinberingin 19:7 Opinberingin
Latið okkum gleðast og fegnast og geva Honum dýrdina! Tí brúdleyp lambsins er komið, og brúður Hansara hevur gjørt seg til.
Opinberingin 19:8 Opinberingin
Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi!“ – Línklæðið er rættvísiverk hinna heilagra.
Opinberingin 19:9 Opinberingin
Hann segði við meg: „Skriva: „Sæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypsnátturða lambsins!““ – Og hann segði við meg: „Hetta eru hini sonnu orð Guds!“