tey sum ikki trúgva
26 versir um "tey sum ikki trúgva"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:18 Jóhannes
Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.
Matteus 7:15 Matteus
Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Rómverjabrævið 11:19 Rómverjabrævið
Tú sigur kanska: „Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur!“
Rómverjabrævið 11:20 Rómverjabrævið
Rætt! Fyri vantrúgv sína vórðu tær brotnar av, men tú stendur við trúgv tíni; hav ikki høgar hugsanir, men óttast!
Rómverjabrævið 11:21 Rómverjabrævið
Tí táið Gud ikki spardi hinar náttúrligu greinar, skal Hann heldur ikki spara teg.
Rómverjabrævið 11:22 Rómverjabrævið
Hygg tá góðska og strangleiki Guds: Yvir teimum, ið fullu, er strangleiki, men yvir tær er góðska Guds, um tú verður verandi í góðsku Hansara; annars skalt eisini tú verða høgdur av.
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Jóhannes 6:44 Jóhannes
Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann; og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
Jóhannes 6:55 Jóhannes
Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka.
Jóhannes 6:56 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, verður í Mær, og Eg verði í honum.
Jóhannes 6:57 Jóhannes
Eins og hin livandi Faðirin sendi Meg, og Eg livi við Faðirinum, so skal eisini tann, ið etur Meg, liva við Mær.
Jóhannes 6:58 Jóhannes
Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir.“
Jóhannes 6:59 Jóhannes
Hetta segði Hann, meðan Hann lærdi í eini sýnagogu í Kapernaum.
Jóhannes 6:60 Jóhannes
Nógvir av lærisveinum Hansara søgdu nú, táið teir hoyrdu tað: „Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!“
Jóhannes 6:61 Jóhannes
Men Jesus visti við Sær sjálvum, at lærisveinar Hansara knarraðu um hetta; og Hann segði við teir: „Er hetta tykkum ástoyt?
Jóhannes 6:62 Jóhannes
Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður!
Jóhannes 6:63 Jóhannes
Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
Jóhannes 6:64 Jóhannes
Men nakrir eru av tykkum, sum ikki trúgva.“ – Tí Jesus visti alla tíðina, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør hann var, sum skuldi svíkja Hann.
Seinna Korintbrævið 5:7 Seinna Korintbrævið
Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Jákupsbrævið 2:24 Jákupsbrævið
Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina.
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið
Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.