tey sum eru ímóti Ísrael
42 versir um "tey sum eru ímóti Ísrael"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 12:2 Fyrsta Mósebók
Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing.
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók
Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“
Fjórða Mósebók 24:9 Fjórða Mósebók
Hann leggur seg, hann hvílir sum leyva, sum honleyva – hvør vágar sær at vekja hann! Signaður hann, ið teg signar, og bannaður hann, ið tær bannar!“
Sálmarnir 83:1 Sálmarnir
Songur. Sálmur. Eftir Asaf.
Sálmarnir 83:2 Sálmarnir
Gud, ver ikki tigandi! Ver ikki stillur og halt Teg ikki kvirran, Gud!
Sálmarnir 83:3 Sálmarnir
Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum.
Sálmarnir 83:4 Sálmarnir
Móti fólki Tínum leggja teir loynilig svikaráð; teir ganga saman í ráð móti teimum, ið Tú verjir;
Sálmarnir 83:5 Sálmarnir
teir siga: „Komið, latið okkum beina fyri teimum, so tey eru ikki eitt fólk longur! Eingin skal aftur minnast navn Ísraels!“
Sálmarnir 83:6 Sálmarnir
Ja, í felagsskapi leggja teir ráð og gera sáttmála móti Tær,
Sálmarnir 83:7 Sálmarnir
tjøld Edoms og Ísmaelitar, Móab og Hagritar,
Sálmarnir 83:8 Sálmarnir
Gebal, Ammon, Amalek, Filistaraland saman við teimum, sum búgva í Týrus;
Sálmarnir 83:9 Sálmarnir
Assur við er farin í lag við teimum, teir eru vorðnir børnum Lots ein armur. – Sela.
Sálmarnir 83:10 Sálmarnir
Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jabin við Kisonsløk!
Sálmarnir 83:11 Sálmarnir
Teir vórðu oyddir við En-Dor, vórðu tøð á markini.
Sálmarnir 83:12 Sálmarnir
Lat gangast teimum, fremstu monnum teirra, sum Oreb og Ze’eb, øllum høvdingum teirra sum Zeba og Zalmunna,
Sálmarnir 83:13 Sálmarnir
teimum, ið siga: „Latið okkum taka okkum bústaðir Guds í ogn!“
Sálmarnir 83:14 Sálmarnir
– Gud mín, lat teir verða sum leyvið, ið fýkur, sum dumbu fyri vindinum!
Sálmarnir 83:15 Sálmarnir
Sum eldur brennir skóg, og sum login ger fjøllini til bál,
Sálmarnir 83:16 Sálmarnir
rek Tú teir soleiðis við stormi Tínum, ræð teir við harðveðri Tínum!
Sálmarnir 83:17 Sálmarnir
Fyll andlit teirra við skomm, so teir søkja navn Títt, HARRI!
Sálmarnir 83:18 Sálmarnir
Lat teir verða til skammar og ræðast til ævigar tíðir, lat teir verða til spott og ganga til grundar!
Esaias 60:12 Esaias
Tí tað fólk og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, skal ganga til grundar, ja, heidningarnir skulu verða heilt lagdir í oyði.
Zakarias 12:3 Zakarias
Tann dag skal Eg gera Jerusalem til hav* fyri øll fólkasløg; ein og hvør, ið roynir at lyfta tí, skal særa seg sjálvan. Øll fólkasløg á jørðini skulu savnast móti tí.
Sálmarnir 122:6 Sálmarnir
Biðið frið yvir Jerusalem! Væl gangist teimum, ið elska teg!
Esaias 11:12 Esaias
Hann skal reisa hermerki fyri fólkini, savna hinar burtriknu menn Ísraels og sanka hinar sundurspjaddu kvinnur Juda, úr hinum fýra hornum jarðarinnar.
Zakarias 2:7 Zakarias
Eingilin, ið talaði við meg, steig nú fram, og annar eingil kom ímóti honum.
Zakarias 2:8 Zakarias
Hann segði við hann: „Leyp avstað og sig við handa unga mannin har: „Opið og ógirt skal Jerusalem liggja – so nógv skal vera har, bæði av fólki og fæi.
Zakarias 2:9 Zakarias
Og Eg – sigur HARRIN – skal vera eldmúrur rundan um tað og opinbera dýrd Mína har.““
Zakarias 2:10 Zakarias
Upp, upp – flýggið úr Norðurlandi – sigur HARRIN – tí Eg havi spjatt tykkum í allar ættir! – sigur HARRIN.
Zakarias 12:1 Zakarias
Spádómur – orð HARRANS um Ísrael. So sigur HARRIN, sum tandi út himmalin, grundfesti jørðina og virkaði anda menniskjans í brósti tess:
Zakarias 12:2 Zakarias
Eg geri Jerusalem til sløðriskál fyri øll fólkasløgini rundan um tað; eisini Juda skal fáa av at vita, táið Jerusalem verður kringsett.
Zakarias 12:4 Zakarias
Tann dag – sigur HARRIN – skal Eg loypa ræðslu á hvønn hest og taka vitið frá teimum, ið á teimum ríða; á húsi Juda skal Eg hava vakjandi eyga, men allar hestar heidningafólkanna skal Eg blinda.
Zakarias 12:5 Zakarias
Ættarhøvdingar Juda skulu siga í hjarta sínum: „Teir, sum í Jerusalem búgva, eru styrki okkara – við HARRANUM Gudi herskaranna, Gudi teirra.“
Zakarias 12:6 Zakarias
Tann dag skal Eg gera ættarhøvdingar Juda líkar potti við glóðum í viðardunga, líkar brennandi kyndli millum bundi; teir skulu oyða til høgru og vinstru allar tjóðir, ið rundanum eru; men Jerusalem skal framvegis vera á staði sínum – í Jerusalem.
Zakarias 12:7 Zakarias
Fyrst skal HARRIN geva tjøldum Juda sigur, so ikki hús Dávids og tey, sum í Jerusalem búgva, skulu vinna sær størri heiður enn Juda.
Zakarias 12:8 Zakarias
Tann dag skal HARRIN vera teimum vernd, sum í Jerusalem búgva; hin ússaligasti av teimum skal tann dag vera sum Dávid, og hús Dávids skal vera sum Gud, sum eingil HARRANS framman fyri tey.
Zakarias 12:9 Zakarias
Tann dag skal Eg royna at forkoma øllum heidningafólkunum, ið halda móti Jerusalem.
Zakarias 12:10 Zakarias
Men yvir hús Dávids og yvir tey, sum í Jerusalem búgva, skal Eg hella út náðiandan og bønarandan; tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum; tey skulu syrgja Hann, sum ein syrgir einasta son sín, og gráta sárliga eftir Hann, sum ein grætur eftir frumborna sín.
Zakarias 12:11 Zakarias
Tann dag skal sorgin verða stór í Jerusalem, sum sorgin í Hadadrimmon í Megiddodali.*
Zakarias 12:12 Zakarias
Landið skal syrgja – hvør ætt fyri seg, ætt Dávids hús fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ætt Natans hús fyri seg og kvinnur teirra fyri seg,
Zakarias 12:13 Zakarias
ætt Levi hús fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ætt Síme’ita fyri seg og kvinnur teirra fyri seg,
Zakarias 12:14 Zakarias
somuleiðis allar hinar ættirnar, hvør ætt fyri seg og kvinnur teirra fyri seg.