terafim (avgudarhúsgudar)

7 versir um "terafim (avgudarhúsgudar)"

Versir

Síða 1 av 1
Hoseas 3:4 Hoseas

– Tí leingi skulu Ísraelsmenn sita við ongum kongi og ongum høvdinga, við ongum ofri og ongum merkissteini, við ongum lívkyrtli og ongum húsgudum.

7
Seinna Kongabók 23:24 Seinna Kongabók

Josias oyddi eisini tey, sum manaðu deyð, og spámenninar, húsgudarnar, avgudarnar og allar viðurstygdirnar, ið høvdu verið at sæð í Judalandi og Jerusalem – tí hann vildi halda lógorðini, sum skrivað vóru í bókini, ið Hilkia prestur hevði funnið í húsi HARRANS.

6
Ezekiel 13:18 Ezekiel

og sig: So sigur Harrin HARRIN: Vei teimum, ið seyma bind til allar handliðir og gera hettur til øll høvd, bæði á stórum og smáum – til at fanga sálir! Sálir fólks Míns fanga tit, og tit halda lívinum í sálum – til egnan vinning!

5
Dómararnir 17:5 Dómararnir

Hesin maður, Mika, hevði gudshús; og hann læt gera sær lívkyrtil og húsgudar og vígdi ein son sín til prest hjá sær.

4
Dómararnir 18:17 Dómararnir

Og teir fimm menninir, ið høvdu verið og kannað landið, fóru niðan og inn og tóku ta útskornu myndina, lívkyrtilin, húsgudarnar og tann stoypta stabban; presturin og teir 600 vápnaðu menninir stóðu við portrið.

4
Sálmarnir 31:6 Sálmarnir

Í hond Tína gevi eg anda mín; Tú loysir meg út, HARRI, Tú trúfasti Gud!

4
Esaias 2:6 Esaias

Tí Tú hevur vrakað fólk Títt, hús Jákups, av tí at tey eru full av eysturlendskum gandi, spáa eins og Filistarar og fylla landið við fólki av fremmandari ætt.

4