templið hjá Heilaga Andanum
31 versir um "templið hjá Heilaga Andanum"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
Fyrra Korintbrævið 3:17 Fyrra Korintbrævið
Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
Seinna Korintbrævið 6:16 Seinna Korintbrævið
Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! – Vit eru jú tempul hins livandi Guds – sum Gud hevur sagt: „Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.“
Fyrra Pætursbrævið 2:4 Fyrra Pætursbrævið
Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur,
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið
og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!
Efesusbrævið 2:1 Efesusbrævið
Eisini tykkum hevur Hann gjørt livandi, tykkum, sum deyð vóru í misbrotum og syndum tykkara,
Efesusbrævið 2:2 Efesusbrævið
sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins.
Efesusbrævið 2:3 Efesusbrævið
Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini.
Efesusbrævið 2:4 Efesusbrævið
Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við,
Efesusbrævið 2:5 Efesusbrævið
eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi – av náði eru tit frelst! –
Efesusbrævið 2:6 Efesusbrævið
og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin í Kristi Jesusi,
Efesusbrævið 2:7 Efesusbrævið
fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er, við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi.
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Efesusbrævið 2:11 Efesusbrævið
Minnist tí, at tit áður – tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir av hini sokallaðu umskering, sum verður gjørd í holdinum við hondini
Efesusbrævið 2:12 Efesusbrævið
– minnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, útistongd frá borgararætti Ísraels og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum!
Efesusbrævið 2:13 Efesusbrævið
Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar.
Efesusbrævið 2:14 Efesusbrævið
Tí Hann er friður okkara, Hann, sum gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin,
Efesusbrævið 2:15 Efesusbrævið
táið Hann í holdi Sínum tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið,
Efesusbrævið 2:16 Efesusbrævið
og fyri at Hann við krossinum kundi í einum likami fáa báðar partar sáttar við Gud, við tað at Hann við honum drap fíggindskapin.
Efesusbrævið 2:17 Efesusbrævið
Hann kom og kunngjørdi tykkum frið, sum langt burtur vóru, og teimum frið, sum nær vóru.
Efesusbrævið 2:18 Efesusbrævið
Tí við Honum hava vit – báðir partar – í einum Anda atgongd til Faðirin.
Efesusbrævið 2:19 Efesusbrævið
Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds,
Efesusbrævið 2:20 Efesusbrævið
tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.
Efesusbrævið 2:21 Efesusbrævið
Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum.
Efesusbrævið 2:22 Efesusbrævið
Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Seinna Timoteusarbrævið 2:22 Seinna Timoteusarbrævið
Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta!