tatoveringar á likaminum
7 versir um "tatoveringar á likaminum"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 19:28 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. – Eg eri HARRIN!
Triðja Mósebók 19:29 Triðja Mósebók
Tú mást ikki vanhalga dóttur tína við at lata hana verða skøkju, so landið fellur til skøkjulív og fyllist við siðloysi.
Triðja Mósebók 19:30 Triðja Mósebók
Sabbatar Mínar skulu tit halda, og fyri halgidómi Mínum skulu tit hava ótta. – Eg eri HARRIN!
Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók
Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 19:32 Triðja Mósebók
Tú skalt reisa teg fyri hinum gráu hárum og heiðra hin gamla; tú skalt óttast Gud tín. – Eg eri HARRIN!
Triðja Mósebók 19:26 Triðja Mósebók
Tit mugu einki eta við blóðinum í. Tit mugu ikki fáast við spádóm ella gand.
Triðja Mósebók 19:27 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki klippa niðan av hárinum, ei heldur stubba burtur av skegginum.