Tamar

39 versir um "Tamar"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Sámuelsbók 13:1 Seinna Sámuelsbók

Nakað eftir hetta hendi tað, ið her skal sigast frá. Absalom, sonur Dávid, átti vakra systur, ið æt Tamar; henni fekk Amnon, sonur Dávid, hug á.

16
Seinna Sámuelsbók 13:2 Seinna Sámuelsbók

Amnon píndist so av trá eftir systur síni Tamar, at hann varð sjúkur; tí hon var moyggj, og tað tyktist Amnon ógjørligt at fáa vilja sín við henni.

16
Seinna Sámuelsbók 13:3 Seinna Sámuelsbók

Men Amnon átti vinmann, ið æt Jónadab, ein son Simea, bróður Dávid; Jónadab var ógvuliga klókur maður.

16
Seinna Sámuelsbók 13:4 Seinna Sámuelsbók

Hann segði við hann: „Hví ert tú hvønn morgun so burturtærdur at síggja, kongasonurin? Vilt tú ikki siga mær tað?“ Amnon svaraði: „Eg havi fingið hug á Tamar, systur Absalom bróður.“

16
Seinna Sámuelsbók 13:5 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Jónadab við hann: „Legg teg í songina og lætst at vera sjúkur! Táið pápi tín kemur at vitja teg, sig tá við hann: „Lat Tamar, systur mína, koma og geva mær nakað at eta! Táið hon ger matin til, so eg síggi, og sjálv gevur mær hann, so fái eg etið.““

16
Seinna Sámuelsbók 13:6 Seinna Sámuelsbók

Amnon fór nú í songina og lætst at vera sjúkur, og táið kongurin kom at vitja hann, segði Amnon við kongin: „Lat Tamar systur koma og gera einar tvær køkur, so eg síggi, og sjálva geva mær tær – so fái eg etið!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:7 Seinna Sámuelsbók

Dávid sendi tá boð inn í húsið til Tamar og læt siga: „Far í hús bróður tíns Amnons og ger honum mat!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:8 Seinna Sámuelsbók

So kom Tamar inn í hús bróður síns Amnons; hann lá í songini. Og hon tók deiggj, knoðaði tað og gjørdi køkur, so hann sá, og bakaði tær. –

16
Seinna Sámuelsbók 13:9 Seinna Sámuelsbók

So tók hon pannuna og stoytti tær burturúr framman fyri hann. Amnon vildi tó ikki eta, men segði: „Latið øll fara út!“ Táið øll vóru útfarin,

16
Seinna Sámuelsbók 13:10 Seinna Sámuelsbók

segði Amnon við Tamar: „Ber matin inn í kamarið, so eg kann eta hann úr hond tíni!“ Tamar tók tá køkurnar, ið hon hevði gjørt, og bar tær inn í kamarið til bróður sín Amnon.

16
Seinna Sámuelsbók 13:11 Seinna Sámuelsbók

Men í tí hon rætti honum tær og bað hann fáa sær, treiv hann í hana og segði við hana: „Kom og ligg hjá mær, systir!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:12 Seinna Sámuelsbók

Hon segði við hann: „Nei, beiggi, vanær meg ikki! Slíkt má ikki verða gjørt í Ísrael – ger ikki slíka skemdargerð!

16
Seinna Sámuelsbók 13:13 Seinna Sámuelsbók

Hvar skuldi eg farið við skomm míni! Og tú hevði verðið roknaður millum dárarnar í Ísrael! Tosa heldur við kong! Hann sýtir tær ikki at fáa meg.“

16
Seinna Sámuelsbók 13:14 Seinna Sámuelsbók

Men hann vildi ikki lurta eftir henni, og hann varð henni ov sterkur og neyðtók hana og lá hjá henni.

16
Seinna Sámuelsbók 13:15 Seinna Sámuelsbók

Men so kastaði Amnon ógvuligt hatur á hana; hatrið, ið hann hataði hana við, var størri enn kærleikin, ið hann hevði havt til hennara. Amnon segði við hana: „Reis teg og slepp tær burt!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:16 Seinna Sámuelsbók

Tá segði hon við hann: „Nei, beiggi! Tann illgerð, at tú nú rekur meg burtur, er enn størri enn hin, ið tú gjørdi mær.“ Men hann vildi ikki lurta eftir henni,

16
Seinna Sámuelsbók 13:17 Seinna Sámuelsbók

men rópti eftir dronginum, ið gekk honum til handa, og segði: „Fá mær hesa kvinnu út úr húsinum og stong dyrnar eftir henni!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:18 Seinna Sámuelsbók

Hon var í síðum kyrtli; tí soleiðis klæddu kongadøturnar seg í forðum, so leingi sum tær vóru moyggjar. Tænarin leiddi hana tá út úr húsinum og stongdi dyrnar eftir henni.

16
Seinna Sámuelsbók 13:19 Seinna Sámuelsbók

Men Tamar stroyddi øsku á høvd sítt og skræddi tann síða kyrtilin, sum hon var í; hon legði hondina á høvd sítt og fór skríggjandi avstað.

16
Seinna Sámuelsbók 13:20 Seinna Sámuelsbók

Tá segði bróðir hennara Absalom við hana: „Hevur beiggi tín Amnon verið hjá tær? Ver nú tigandi, systir! Hann er bróðir tín; tak tær ikki hetta so nær!“ So varð Tamar tá verandi í húsi Absaloms, bróður síns – í svárari sorg.

16
Seinna Sámuelsbók 13:21 Seinna Sámuelsbók

Táið Dávid kongur fekk alt hetta at hoyra, varð hann ógvuliga illur.

16
Seinna Sámuelsbók 13:22 Seinna Sámuelsbók

Absalom talaði ikki til Amnon, hvørki ilt ella gott; tí hann hataði Amnon fyri tað, at hann hevði vanært Tamar, systur hansara.

16
Seinna Sámuelsbók 13:23 Seinna Sámuelsbók

Tvey ár eftir hetta læt Absalom klippa seyði sínum í Ba’al-Hazor, sum er við Efra’im, og Absalom beyð tá øllum kongasonunum til sín.

16
Seinna Sámuelsbók 13:24 Seinna Sámuelsbók

Absalom kom til kongin og segði: „Tænari tín letur nú klippa seyði sínum; vilja kongurin og menn hansara ikki koma hagar við tænara tínum?“

16
Seinna Sámuelsbók 13:25 Seinna Sámuelsbók

Men kongurin svaraði Absalom: „Nei, sonur mín! Vit fara ikki at koma allir; tí tað verður ov mikil ómakur hjá tær.“ Og tóat hann noyddi hann, vildi hann ikki koma, men bað hann væl fara.

16
Seinna Sámuelsbók 13:26 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Absalom: „Táið tú ikki vilt koma, so lat, ið hvussu er, Amnon beiggja koma við okkum!“ Kongurin spurdi: „Hví skal hann koma við tær?“

16
Seinna Sámuelsbók 13:27 Seinna Sámuelsbók

Men Absalom helt við at noyða hann, og so læt hann Amnon og allar hinar kongasynirnar fara við honum.

16
Seinna Sámuelsbók 13:28 Seinna Sámuelsbók

Men Absalom gav tænarum sínum hetta boð: „Aktið nú eftir, táið Amnon er vorðin kátur av víninum! Táið eg tá sigi við tykkum: „Høggið Amnon niður!“ so skulu tit drepa hann – verið ikki ræddir, tað eri eg, sum havi biðið tykkum! Takið mót í tykkum og vísið tykkum sum rættar menn!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:29 Seinna Sámuelsbók

Tænarar Absaloms gjørdu við Amnon, sum Absalom hevði sagt við teir. Tá fóru allir kongasynirnir á føtur, settust á múldýr síni og flýddu.

16
Seinna Sámuelsbók 13:30 Seinna Sámuelsbók

Áðrenn teir enn vóru komnir vegin fram, komu hesi tíðindi til Dávid: „Absalom hevur dripið allar kongasynirnar – ikki so mikið sum ein teirra er eftir!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:31 Seinna Sámuelsbók

Tá reisti kongurin seg, skræddi klæði síni og kastaði seg niður á jørðina; og allir tænarar hansara stóðu har í skræddum klæðum.

16
Seinna Sámuelsbók 13:32 Seinna Sámuelsbók

Men Jónadab, sonur Simea, bróður Dávid, tók til orða og segði: „Harri mín má ikki trúgva, at teir hava dripið allar hinar ungu menninar, kongasynirnar! Tað er bert Amnon, ið deyður er; tað hevur verið nakað við munni Absaloms, sum ikki hevur boðað frá góðum, líka síðani tann dagin Amnon neyðtók systur hansara, Tamar.

16
Seinna Sámuelsbók 13:33 Seinna Sámuelsbók

Harri mín kongurin má tí ikki taka sær hetta at hjarta, at tey siga, at allir kongasynirnir eru deyðir – nei, tað er bert Amnon, ið deyður er!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:34 Seinna Sámuelsbók

– Men Absalom flýddi. – Táið maðurin, ið helt vakt, hugdi upp, sá hann nógv fólk, ið kom av vegnum aftan fyri hann, fram við fjallinum.

16
Seinna Sámuelsbók 13:35 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Jónadab við kongin: „Har koma kongasynirnir – tað hevur gingið, sum tænari tín segði!“

16
Seinna Sámuelsbók 13:36 Seinna Sámuelsbók

Hann hevði ikki meir enn talað orðið, tá komu kongasynirnir; og teir skóru í at gráta, og kongurin og allir menn hansara skóru eisini í sjóðheitan grát.

16
Seinna Sámuelsbók 13:37 Seinna Sámuelsbók

Men Absalom flýddi og fór til Talmai, son Ammihud, kongin í Gesur. Og kongurin syrgdi son sín alla tíðina.

16
Seinna Sámuelsbók 13:38 Seinna Sámuelsbók

Táið nú Absalom var flýddur og farin til Gesur, varð hann verandi har í trý ár.

16
Seinna Sámuelsbók 13:39 Seinna Sámuelsbók

Hetta gjørdi, at Dávid kongur læt vera at fara ímóti Absalom – tí hann var troystaður í sorgini um, at Amnon var deyður.

16