talið tíggju
36 versir um "talið tíggju"
Versir
Síða 1 av 1Fjórða Mósebók 10:1 Fjórða Mósebók
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 10:2 Fjórða Mósebók
„Tú skalt gera tær tveir lúðrar av slignum silvuri. Teir skalt tú nýta, táið samkoman skal kallast saman, og táið herurin skal fara avstað.
Fjórða Mósebók 10:3 Fjórða Mósebók
Táið blást verður í báðar, skal øll samkoman savnast hjá tær fyri durum samkomutjaldsins.
Fjórða Mósebók 10:4 Fjórða Mósebók
Verður blást bert í annan, so skulu høvdingarnir, høvdini fyri ættum Ísraels, koma saman hjá tær.
Fjórða Mósebók 10:5 Fjórða Mósebók
Táið tit blása harðblástur, skulu teir herarnir fara avstað, sum eystanfyri liggja.
Fjórða Mósebók 10:6 Fjórða Mósebók
Táið tit blása harðblástur aðru ferð, skulu teir herarnir fara avstað, sum sunnanfyri liggja. – Harðblástur skal blásast, táið teir skulu fara avstað.
Fjórða Mósebók 10:7 Fjórða Mósebók
Men táið samkoman skal kallast saman, skulu tit blása sum vanligt, ikki harðblástur.
Fjórða Mósebók 10:8 Fjórða Mósebók
Synir Áron, prestarnir, skulu blása í lúðrarnar. – Hetta skal vera tykkum ævig lóg mann eftir mann.
Fjórða Mósebók 10:9 Fjórða Mósebók
Táið tit í landi tykkara fara í bardaga móti fíggindum, sum herja á tykkum, skulu tit blása harðblástur við lúðrunum; so skal HARRIN Gud tykkara minnast tykkum, og tit skulu verða frelst frá fíggindum tykkara.
Fjórða Mósebók 10:10 Fjórða Mósebók
Gleðidagar tykkara, á høgtíðum tykkara og sólkomudagar tykkara skulu tit blása í lúðrarnar, táið tit ofra brennioffur og takkoffur tykkara; so skulu tey minna Gud tykkara á tykkum. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!“
Fjórða Mósebók 10:11 Fjórða Mósebók
Tann tjúgunda í øðrum mánaði annað árið lætti skýggið av vitnisburðartabernaklinum.
Fjórða Mósebók 10:12 Fjórða Mósebók
Tá fóru Ísraelsmenn avstað úr Sinaioyðimørk og hildu fram í dagsferðum; og skýggið steðgaði í Paransoyðimørk.
Fjórða Mósebók 10:13 Fjórða Mósebók
Hetta var fyrsta ferðin, ið teir fóru avstað eftir boði HARRANS við Mósesi.
Fjórða Mósebók 10:14 Fjórða Mósebók
Fyrst fór Judaherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Nason, sonur Amminadab.
Fjórða Mósebók 10:15 Fjórða Mósebók
Ætt Issakars – høvdingi yvir flokki teirra var Netanel, sonur Zuar.
Fjórða Mósebók 10:16 Fjórða Mósebók
Ætt Zebulons – høvdingi yvir flokki teirra var Eliab, sonur Helon.
Fjórða Mósebók 10:17 Fjórða Mósebók
Nú varð tabernaklið tikið niður, og Gersonitar og Meraritar, teir, ið bóru tabernaklið, fóru avstað.
Fjórða Mósebók 10:18 Fjórða Mósebók
So fór Rubensherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Elizur, sonur Sede’ur.
Fjórða Mósebók 10:19 Fjórða Mósebók
Ætt Símeons – høvdingi yvir flokki teirra var Selumiel, sonur Zurisaddai.
Fjórða Mósebók 10:20 Fjórða Mósebók
Ætt Gads – høvdingi yvir flokki teirra var Eljasaf, sonur De’uel.
Fjórða Mósebók 10:21 Fjórða Mósebók
Nú fóru Kahatitar avstað, teir, ið bóru hitt háheilaga, og hinir* reistu tabernaklið, inntil teir komu.
Fjórða Mósebók 10:22 Fjórða Mósebók
So fór Efra’imsherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; høvdingi yvir heri teirra var Elisama, sonur Ammihud.
Fjórða Mósebók 10:23 Fjórða Mósebók
Ætt Manasse – høvdingi yvir flokki teirra var Gamliel, sonur Pedazur.
Fjórða Mósebók 10:24 Fjórða Mósebók
Ætt Benjamins – høvdingi yvir flokki teirra var Abidan, sonur Gideoni.
Fjórða Mósebók 10:25 Fjórða Mósebók
So fór Dansherurin avstað við hermerki sínum, flokkur eftir flokk; teir vóru aftastir í øllum herfylginum; høvdingi yvir heri teirra var Ahiezer, sonur Ammisaddai.
Fjórða Mósebók 10:26 Fjórða Mósebók
Ætt Asers – høvdingi yvir flokki teirra var Pagiel, sonur Okran.
Fjórða Mósebók 10:27 Fjórða Mósebók
Ætt Naftali – høvdingi yvir flokki teirra var Ahira, sonur Enan.
Fjórða Mósebók 10:28 Fjórða Mósebók
Soleiðis gekk tað, táið Ísraelsmenn fóru avstað, flokkur eftir flokk; soleiðis fóru teir avstað.
Fjórða Mósebók 10:29 Fjórða Mósebók
Móses segði við Hobab Midjanit, son Re’uel, verfaðir Móses: „Vit halda nú avstað fyri at fara til landið, ið HARRIN hevur lovað at geva okkum. Kom við okkum, so skulu vit gera væl við teg, tí HARRIN hevur lovað Ísrael alt tað, ið gott er!“
Fjórða Mósebók 10:30 Fjórða Mósebók
Men hann svaraði honum: „Eg komi ikki við, eg fari heim til land mítt og ætt mína!“
Fjórða Mósebók 10:31 Fjórða Mósebók
Tá segði Móses: „Á nei, far ikki frá okkum! Tú veitst jú best, hvar vit kunnu reisa tjøldini í oyðimørkini; tú skalt vera eyga okkara.
Fjórða Mósebók 10:32 Fjórða Mósebók
Kemur tú við okkum, so skulu vit geva tær part í øllum tí góða, ið HARRIN fer at geva okkum.“
Fjórða Mósebók 10:33 Fjórða Mósebók
So fóru teir tá frá fjalli HARRANS tríggjar dagsferðir, og sáttmálaørk HARRANS var undan teimum allar tríggjar dagarnar, at leita teimum eftir hvíldarstaði.
Fjórða Mósebók 10:34 Fjórða Mósebók
Skýggj HARRANS var yvir teimum um dagin, táið teir fóru avstað úr tilhaldinum.
Fjórða Mósebók 10:35 Fjórða Mósebók
Hvørja ferð ørkin fór avstað, segði Móses: „Reis Teg, HARRI, so fíggindar Tínir verða spjaddir, og teir, ið hata Teg, flýggja fyri ásjón Tíni!“
Fjórða Mósebók 10:36 Fjórða Mósebók
Táið hon steðgaði, segði hann: „Kom aftur, HARRI, til hini tíggjutúsund túsund Ísraels!“