talið fýra

49 versir um "talið fýra"

Versir

Síða 1 av 1
Fjórða Mósebók 4:1 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:

8
Fjórða Mósebók 4:2 Fjórða Mósebók

„Takið tal Kahatita millum Levitarnar, eftir ættum og fedrahúsum teirra,

8
Fjórða Mósebók 4:3 Fjórða Mósebók

frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, alra, sum skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið.

8
Fjórða Mósebók 4:4 Fjórða Mósebók

Tað, ið Kahatitar skulu hava við at gera í samkomutjaldinum, er hitt háheilaga.

8
Fjórða Mósebók 4:5 Fjórða Mósebók

Táið tilhaldið skal flytast, skulu Áron og synir hansara fara inn og taka niður forhangið, ið hongur framman fyri ørkina, og breiða tað út yvir vitnisburðarørkina.

8
Fjórða Mósebók 4:6 Fjórða Mósebók

Oman yvir tað skulu teir leggja yvirklæði av sjókúskinni, og uppaftur oman yvir tað klæði, ið er blátt, alt sum tað er; síðani skulu teir stinga beristengurnar í.

8
Fjórða Mósebók 4:7 Fjórða Mósebók

Út yvir sýnisbreyðaborðið skulu teir breiða blátt klæði, og á tað skulu teir seta føtini, skálirnar, bikarini og drykkjuoffurkannurnar; og breyðið – sum altíð skal verða liggjandi – skal eisini liggja á tí.

8
Fjórða Mósebók 4:8 Fjórða Mósebók

Oman yvir alt hetta skulu teir breiða skarlaksklæði og leggja oman á tað yvirklæði av sjókúskinni; síðani skulu teir stinga beristengurnar í.

8
Fjórða Mósebók 4:9 Fjórða Mósebók

So skulu teir taka blátt klæði og breiða tað út yvir ljósastakan, lampurnar, ið til hoyra, saksarnar, skarpannurnar og øll oljuíløtini, ið nýtt verða til tænastuna við hann.

8
Fjórða Mósebók 4:10 Fjórða Mósebók

Hann og alt, ið til hoyrir, skulu teir balla inn í yvirklæði av sjókúskinni og leggja tað á eina børu.

8
Fjórða Mósebók 4:11 Fjórða Mósebók

Út yvir gullaltarið skulu teir somuleiðis breiða blátt klæði og leggja oman á tað yvirklæði av sjókúskinni; síðani skulu teir stinga beristengurnar í.

8
Fjórða Mósebók 4:12 Fjórða Mósebók

So skulu teir taka øll amboðini, ið nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, leggja tey í blátt klæði, breiða oman yvir tey yvirklæði av sjókúskinni og leggja tey á eina børu.

8
Fjórða Mósebók 4:13 Fjórða Mósebók

Framvegis skulu teir sópa burtur øskuna av altarinum, breiða purpurreytt klæði út yvir tað

8
Fjórða Mósebók 4:14 Fjórða Mósebók

og leggja á tað øll amboðini, ið nýtt verða til tænastuna við altarið, eldpannurnar, gaflarnar, eldspakarnar og offurskálirnar – øll altaramboðini; út yvir hetta skulu teir breiða yvirklæði av sjókúskinni og stinga beristengurnar í.

8
Fjórða Mósebók 4:15 Fjórða Mósebók

Táið so Áron og synir hansara – nú ið tilhaldið skal flytast – eru lidnir at breiða út yvir hitt heilaga og øll amboðini, ið til halgidómin hoyra, skulu Kahatitar koma at bera; men teir mugu ikki nema við hitt heilaga; tí gera teir tað, so skulu teir doyggja. – Hetta er tað, ið Kahatitar hava at bera av tí, ið hoyrir til samkomutjaldið.

8
Fjórða Mósebók 4:16 Fjórða Mósebók

Eleazar, sonur Áron prest, skal hava umsjón yvir oljuni til ljósastakan, hinum angandi roykilsinum, hinum dagliga matofrinum og salvuoljuni, eisini yvir øllum tabernaklinum og øllum, sum í tí er, hinum heilaga og amboðunum, ið til hoyra.“

8
Fjórða Mósebók 4:17 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:

8
Fjórða Mósebók 4:18 Fjórða Mósebók

„Latið ikki ætt Kahatita og greinar hennara verða týndar úr ætt Levi!

8
Fjórða Mósebók 4:19 Fjórða Mósebók

Hetta skulu tit gera fyri teir, so teir kunnu verða á lívi og ikki doyggja, táið teir koma hinum háheilaga nær: Áron og synir hansara skulu fara inn og siga hvørjum einstøkum teirra, hvat hann skal gera, og hvat hann skal bera;

8
Fjórða Mósebók 4:20 Fjórða Mósebók

men sjálvir mugu teir ikki fara inn og hyggja at hinum heilaga, ikki so mikið sum eina løtu; tí gera teir tað, skulu teir doyggja.“

8
Fjórða Mósebók 4:21 Fjórða Mósebók

HARRIN talaði við Móses og segði:

8
Fjórða Mósebók 4:22 Fjórða Mósebók

„Tak eisini tal Gersonita, eftir fedrahúsum og ættum teirra!

8
Fjórða Mósebók 4:23 Fjórða Mósebók

Frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, skalt tú telja teir, allar, sum skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið.

8
Fjórða Mósebók 4:24 Fjórða Mósebók

Hetta er arbeiði Gersonita, tað, ið teir hava at gera, og tað, ið teir hava at bera:

8
Fjórða Mósebók 4:25 Fjórða Mósebók

Teir skulu bera tabernakulteppini, samkomutjaldið við takinum og hinum ytra takinum av sjókúskinni, forhangið fyri durum samkomutjaldsins,

8
Fjórða Mósebók 4:26 Fjórða Mósebók

umhang forgarðsins og forhangið fyri portri forgarðsins, ið rundan um tabernaklið og altarið er, tjaldtogini og øll amboðini, ið nýtt verða til arbeiðið við hetta; alt, ið er at gera við hetta, skulu teir gera.

8
Fjórða Mósebók 4:27 Fjórða Mósebók

Eftir sum Áron og synir hansara skipa fyri, skulu Gersonitar útinna tænastu sína, viðvíkjandi bæði tí, ið teir skulu bera, og tí, ið teir skulu gera; tit skulu siga teimum alt, ið teir skulu bera, hvørt eftir annað.

8
Fjórða Mósebók 4:28 Fjórða Mósebók

– Hetta er arbeiðið, ið ættir Gersonita skulu hava við samkomutjaldið; og Itamar, sonur Áron prest, skal rættleiða teir í øllum, sum teir hava at akta eftir.

8
Fjórða Mósebók 4:29 Fjórða Mósebók

Meraritar skalt tú telja, eftir ættum og fedrahúsum teirra.

8
Fjórða Mósebók 4:30 Fjórða Mósebók

Frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, skalt tú telja teir, allar, ið skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið.

8
Fjórða Mósebók 4:31 Fjórða Mósebók

Hetta er tað, ið teir hava at bera – alt tað, ið teir hava við at gera við samkomutjaldið: Tabernakulplankarnir, tvørstengurnar, stólparnir og stabbarnir,

8
Fjórða Mósebók 4:32 Fjórða Mósebók

stólpar forgarðsins, ið rundanum er, stabbarnir, hælirnir og togini, øll amboð, ið til hoyra, og alt, ið nýtt verður til arbeiðið við hetta; hvørt eftir annað skulu tit siga teimum – alt tað, ið teir hava at bera.

8
Fjórða Mósebók 4:33 Fjórða Mósebók

– Hetta er arbeiðið, ið ættir Merarita hava at gera, alt tað, ið hoyrir til arbeiði teirra við samkomutjaldið; og Itamar, sonur Áron prest, skal rættleiða teir.“

8
Fjórða Mósebók 4:34 Fjórða Mósebók

Móses og Áron og høvdingar samkomunnar taldu nú Kahatitarnar eftir ættum og fedrahúsum teirra,

8
Fjórða Mósebók 4:35 Fjórða Mósebók

frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, allar, sum skuldu koma í tænastu og gera arbeiði við samkomutjaldið.

8
Fjórða Mósebók 4:36 Fjórða Mósebók

Teir, ið taldir vórðu av teimum, eftir ættum teirra, vóru 2750.

8
Fjórða Mósebók 4:37 Fjórða Mósebók

– Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Kahatita, allir teir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS við Mósesi.

8
Fjórða Mósebók 4:38 Fjórða Mósebók

Teir, ið taldir vórðu av Gersonitunum, eftir ættum og fedrahúsum teirra,

8
Fjórða Mósebók 4:39 Fjórða Mósebók

frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, allir, sum skuldu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið –

8
Fjórða Mósebók 4:40 Fjórða Mósebók

teir, ið taldir vórðu av teimum, eftir ættum og fedrahúsum teirra, vóru 2630.

8
Fjórða Mósebók 4:41 Fjórða Mósebók

– Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Gersonita, allir teir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS.

8
Fjórða Mósebók 4:42 Fjórða Mósebók

Teir, ið taldir vórðu av ættum Merarita, eftir ættum og fedrahúsum teirra,

8
Fjórða Mósebók 4:43 Fjórða Mósebók

frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, allir, sum skuldu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið –

8
Fjórða Mósebók 4:44 Fjórða Mósebók

teir, ið taldir vórðu av teimum, eftir ættum teirra, vóru 3200.

8
Fjórða Mósebók 4:45 Fjórða Mósebók

– Hetta vóru teir, ið taldir vórðu av ættum Merarita, teir, ið Móses og Áron taldu eftir boði HARRANS við Mósesi.

8
Fjórða Mósebók 4:46 Fjórða Mósebók

Allir, ið taldir vórðu – teir av Levitunum, ið Móses og Áron og høvdingar Ísraels taldu, eftir ættum og fedrahúsum teirra,

8
Fjórða Mósebók 4:47 Fjórða Mósebók

frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, allir, ið skuldu gera arbeiði við samkomutjaldið, bæði við tað, ið gerast skuldi, og tað, ið berast skuldi –

8
Fjórða Mósebók 4:48 Fjórða Mósebók

teir av teimum, ið taldir vórðu, vóru 8580.

8
Fjórða Mósebók 4:49 Fjórða Mósebók

Eftir boði HARRANS við Mósesi varð einum og hvørjum teirra sagt, hvat hann skuldi gera ella bera; tað varð teimum sagt – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.

8