talið fimm
114 versir um "talið fimm"
Versir
Síða 3 av 3Fjórða Mósebók 5:20 Fjórða Mósebók
Men er tað so, at tú hevur verið manni tínum ótrúgv og latið teg vanæra, og hevur nakar annar enn maður tín ligið hjá tær“
Fjórða Mósebók 5:21 Fjórða Mósebók
– nú skal presturin lesa illbønareiðin upp fyri kvinnuni og siga við hana: „So skal HARRIN gera teg til bann og til illbøn millum fólk títt; Hann skal lata lendar tínar svinna og búk tín bólgna upp.
Fjórða Mósebók 5:22 Fjórða Mósebók
Hetta vatnið, sum voldir bann, skal fara niður í innvøl tín, so at búkur tín bólgnar upp, og lendar tínar svinna!“ Og kvinnan skal svara: „Amen, amen!“
Fjórða Mósebók 5:23 Fjórða Mósebók
So skal presturin skriva hesar illbønir á eitt blað og vaska tað burtur aftur við beiskleikavatninum.
Fjórða Mósebók 5:24 Fjórða Mósebók
Og hann skal lata kvinnuna drekka beiskleikavatnið, sum voldir bann, og vatnið, ið voldir bann, skal fara niður í hana og verða henni til vanlukku.
Fjórða Mósebók 5:25 Fjórða Mósebók
Síðani skal presturin taka illtankamatofrið úr hond kvinnunnar, sveiggja tað fyri ásjón HARRANS og bera tað fram at altarinum.
Fjórða Mósebók 5:26 Fjórða Mósebók
Presturin skal taka ein neva av matofrinum og brenna tað á altarinum sum minningaroffur; síðani skal hann lata kvinnuna drekka vatnið.
Fjórða Mósebók 5:27 Fjórða Mósebók
Táið hann nú hevur latið hana drekka vatnið, skal so verða, at hevur hon latið seg vanæra og verið manni sínum ótrúgv, so skal vatnið, ið voldir bann, fara niður í hana og verða henni til vanlukku; búkur hennara skal bólgna upp, og lendar hennara skulu svinna; og henda kvinna skal verða til illbøn millum fólk sítt.
Fjórða Mósebók 5:28 Fjórða Mósebók
Men hevur kvinnan ikki latið seg vanæra – er hon rein – so skal hon einki mein hava av tí, og hon skal kunna fáa børn.
Fjórða Mósebók 5:29 Fjórða Mósebók
– Hetta er illtankalógin – táið kvinna er manni sínum ótrúgv og letur seg vanæra,
Fjórða Mósebók 5:30 Fjórða Mósebók
ella táið illtankaandin kemur á mann, so hann fær illtanka til konu sína; tá skal hann leiða konuna fram fyri ásjón HARRANS, og presturin skal gera við hana alt tað, ið sagt er í hesi lóg.
Fjórða Mósebók 5:31 Fjórða Mósebók
Maðurin skal vera sakleysur, men kvinnan skal bøta fyri misgerð sína.““
Fimta Mósebók 6:4 Fimta Mósebók
Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.
Opinberingin 13:18 Opinberingin
Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja – tal tess er 666.