talið fimm
114 versir um "talið fimm"
Versir
Síða 1 av 3Fjórða Mósebók 6:1 Fjórða Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 6:2 Fjórða Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið maður ella kvinna ger heilagt lyfti um at vilja vera Nasireari og víga seg HARRANUM,
Fjórða Mósebók 6:3 Fjórða Mósebók
so skal hann halda seg frá víni og sterkum drykki; edik av víni ella annan sterkan edik má hann ikki drekka, ei heldur nakran drykk, ið er gjørdur úr vínberum; og hvørki bleyt ella turkað vínber má hann eta.
Fjórða Mósebók 6:4 Fjórða Mósebók
So leingi sum nasirearatíð hansara varir, má hann einki eta av tí, ið kemur av víntrænum, líka frá kjarna til skal.
Fjórða Mósebók 6:5 Fjórða Mósebók
So leingi sum nasirearalyfti hansara varir, má rakiknívur ikki koma á høvd hansara; inntil tíðin er úti, sum hann vígir seg HARRANUM, skal hann vera heilagur og lata hárið vaksa sítt.
Fjórða Mósebók 6:6 Fjórða Mósebók
So leingi sum hann er Nasireari HARRANS, má hann ongum líki koma nær.
Fjórða Mósebók 6:7 Fjórða Mósebók
Um tað so er faðir, móðir, bróðir ella systir hansara, ið doyr, má hann ikki fyri teirra skuld gera seg óreinan; tí hann ber á høvdinum merki uppá, at hann er Nasireari Guds síns.
Fjórða Mósebók 6:8 Fjórða Mósebók
So leingi sum nasirearatíð hansara varir, er hann HARRANUM halgaður.
Fjórða Mósebók 6:9 Fjórða Mósebók
Men doyr onkur hjá honum óvart og knappliga, og hann soleiðis kemur at gera høvd sítt, sum hann ber nasirearamerkið á, óreint, so skal hann raka høvd sítt, tann dagin ið hann aftur verður reinur; sjeynda dagin skal hann raka tað.
Fjórða Mósebók 6:10 Fjórða Mósebók
Og áttanda dagin skal hann koma til prestin við tveimum turtildúvum ella tveimum dúvuungum – at durum samkomutjaldsins.
Fjórða Mósebók 6:11 Fjórða Mósebók
Presturin skal ofra annan fuglin sum syndoffur og annan sum brennioffur og gera bót fyri hann og reinsa hann, við tað at hann hevur syndað við at nema við lík. Síðani skal hann aftur sama dag halga høvd sítt
Fjórða Mósebók 6:12 Fjórða Mósebók
og uppaftur víga seg til Nasireara fyri HARRANUM, líka langa tíð sum hann av fyrstum hevði vígt seg, og koma við veturgomlum seyði sum skyldofri; tíðin, ið gingin er, verður ikki uppíroknað, við tað at hann gjørdi vígda høvd sítt óreint.
Fjórða Mósebók 6:13 Fjórða Mósebók
Hetta er lógin um Nasirearan: Táið nasirearatíð hansara er at enda, skal hann verða leiddur fram at durum samkomutjaldsins;
Fjórða Mósebók 6:14 Fjórða Mósebók
og hann skal bera HARRANUM fram offur sítt, veturgamlan, lýtaleysan veðr til brennioffur, lýtaleysa gimbur til syndoffur og lýtaleysan veðr til takkoffur,
Fjórða Mósebók 6:15 Fjórða Mósebók
kurv við ósúrgaðum breyði av fínum mjøli, køkur við olju í, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju – umframt matofrið og drykkjuofrini, ið til hoyra.
Fjórða Mósebók 6:16 Fjórða Mósebók
So skal presturin bera tað fram fyri ásjón HARRANS og ofra syndoffur og brennioffur hansara.
Fjórða Mósebók 6:17 Fjórða Mósebók
Veðrin skal hann ofra HARRANUM sum takkoffur saman við teimum ósúrgaðu breyðunum í kurvini; síðani skal presturin ofra matoffur og drykkjuoffur hansara.
Fjórða Mósebók 6:18 Fjórða Mósebók
So skal Nasirearin fyri durum samkomutjaldsins raka høvd sítt, sum hann ber nasirearamerkið á, og hann skal taka hárið – nasirearamerki sítt – og leggja tað á eldin, ið er undir takkofrinum.
Fjórða Mósebók 6:19 Fjórða Mósebók
Presturin skal taka annan bógvin av veðrinum – kókaðan – og eina ósúrgaða køku og eina ósúrgaða flatkøku úr kurvini og leggja tað í hendur Nasirearans, eftir at hann hevur rakað nasirearamerkið av sær.
Fjórða Mósebók 6:20 Fjórða Mósebók
Hesar gávur skal presturin sveiggja fyri ásjón HARRANS; tað er heilagt og skal hoyra prestinum til, umframt sveiggibringuna og offurgávutjógvið. – Síðani kann Nasirearin aftur drekka vín.
Fjórða Mósebók 6:21 Fjórða Mósebók
– Hetta er lógin um tann, ið ger nasirearalyfti; hetta er tað, ið hann skal ofra HARRANUM, við tað at hann hevur gjørt nasirearalyfti – umframt tað, ið hann annars hevur ráð til; hann skal halda seg eftir lyftinum, ið hann hevur gjørt, og fylgja tí, ið lógin um vígslu hansara krevur.““
Fjórða Mósebók 6:22 Fjórða Mósebók
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 6:23 Fjórða Mósebók
„Tala við Áron og synir hansara og sig: „Táið tit signa Ísraelsmenn, skulu tit siga við teir:
Fjórða Mósebók 6:24 Fjórða Mósebók
„HARRIN signi teg og varðveiti teg!
Fjórða Mósebók 6:25 Fjórða Mósebók
HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!
Fjórða Mósebók 6:26 Fjórða Mósebók
HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!““
Fjórða Mósebók 6:27 Fjórða Mósebók
– Soleiðis skulu teir leggja navn Mítt á Ísraelsmenn, og Eg skal signa teir.“
Fjórða Mósebók 1:1 Fjórða Mósebók
HARRIN talaði við Móses í Sinaioyðimørk, í samkomutjaldinum, tann fyrsta í øðrum mánaði, annað árið eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi; Hann segði:
Fjórða Mósebók 1:2 Fjórða Mósebók
„Tak manntal av allari samkomu Ísraelsmanna eftir ættum og fedrahúsum teirra, og skriva upp nøvnini á øllum, ið eru av mannkyni, mann fyri mann!
Fjórða Mósebók 1:3 Fjórða Mósebók
Allar vápnaførar menn í Ísrael, frá tjúguáraaldri og uppeftir, skulu tú og Áron telja, her eftir her.
Fjórða Mósebók 1:4 Fjórða Mósebók
Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí, tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar.
Fjórða Mósebók 1:5 Fjórða Mósebók
Hetta eru nøvn mannanna, ið hjálpa tykkum skulu: Av Ruben: Elizur, sonur Sede’ur;
Fjórða Mósebók 1:6 Fjórða Mósebók
av Símeon: Selumiel, sonur Zurisaddai;
Fjórða Mósebók 1:7 Fjórða Mósebók
av Juda: Nason, sonur Amminadab;
Fjórða Mósebók 1:8 Fjórða Mósebók
av Issakar: Netanel, sonur Zuar;
Fjórða Mósebók 1:9 Fjórða Mósebók
av Zebulon: Eliab, sonur Helon;
Fjórða Mósebók 1:10 Fjórða Mósebók
av sonum Jósef: Av Efraim: Elisama, sonur Ammihud; av Manasse: Gamliel, sonur Pedazur;
Fjórða Mósebók 1:11 Fjórða Mósebók
av Benjamin: Abidan, sonur Gideoni;
Fjórða Mósebók 1:12 Fjórða Mósebók
av Dan: Ahiezer, sonur Ammisaddai;
Fjórða Mósebók 1:13 Fjórða Mósebók
av Aser: Pagiel, sonur Okran;
Fjórða Mósebók 1:14 Fjórða Mósebók
av Gad: Eljasaf, sonur De’uel;
Fjórða Mósebók 1:15 Fjórða Mósebók
av Naftali: Ahira, sonur Enan.“
Fjórða Mósebók 1:16 Fjórða Mósebók
Hesir vóru teir, ið kallaðir vórðu til umboðsmenn fólksins, høvdingar fedraætta sína, høvd Ísraels túsunda.
Fjórða Mósebók 1:17 Fjórða Mósebók
Móses og Áron fóru so eftir hesum monnum, ið nevndir eru við navni;
Fjórða Mósebók 1:18 Fjórða Mósebók
og teir kallaðu alla samkomuna saman, tann fyrsta í øðrum mánaði. So vórðu allir, ið vóru 20 ár og eldri, uppskrivaðir við navni á manntalslistarnar, hvør eftir annan, eftir ættum og fedrahúsum sínum
Fjórða Mósebók 1:19 Fjórða Mósebók
– sum HARRIN hevði álagt Mósesi. Hann taldi teir í Sinaioyðimørk.
Fjórða Mósebók 1:20 Fjórða Mósebók
Synir Ruben – hann, ið var hin frumborni Ísraels – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
Fjórða Mósebók 1:21 Fjórða Mósebók
– teir, ið taldir vórðu av ætt Rubens – vóru 46500.
Fjórða Mósebók 1:22 Fjórða Mósebók
Synir Símeon – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, teir, ið taldir vórðu av teimum, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
Fjórða Mósebók 1:23 Fjórða Mósebók
– teir, ið taldir vórðu av ætt Símeons – vóru 59300.