talið av fiskunum

25 versir um "talið av fiskunum"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 21:1 Jóhannes

Eftir hetta opinberaði Jesus Seg aftur fyri lærisveinunum við Tiberiasvatn. Hann opinberaði Seg soleiðis:

4
Jóhannes 21:2 Jóhannes

Símun Pætur, Tummas, sum kallaðist Tvíburi, Natanael úr Kana í Galilea, synir Zebedeus, og tveir aðrir av lærisveinum Hansara vóru saman.

4
Jóhannes 21:3 Jóhannes

Símun Pætur segði tá við teir: „Eg fari út at fiska.“ Teir søgdu við hann: „Eisini vit koma við tær.“ So fóru teir avstað og fóru í bátin; men ta náttina fingu teir einki.

4
Jóhannes 21:4 Jóhannes

Táið nú morgunin var komin, stóð Jesus á strondini; tó vistu lærisveinarnir ikki, at tað var Jesus.

4
Jóhannes 21:5 Jóhannes

Jesus segði tá við teir: „Børn, hava tit nakað at eta?“ Teir svaraðu Honum: „Nei.“

4
Jóhannes 21:6 Jóhannes

Hann segði við teir: „Setið út garnið høgrumegin bátin, so skulu tit fáa!“ Teir settu tað tá út, og nú vóru teir ikki mentir at draga tað upp, so nógvur fiskur var í tí.

4
Jóhannes 21:7 Jóhannes

Lærisveinurin, ið Jesus elskaði, segði tá við Pætur: „Tað er Harrin!“ Táið Símun Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann kyrtil sín um seg – tí hann var nakin – og leyp út í vatnið.

4
Jóhannes 21:8 Jóhannes

Men hinir lærisveinarnir komu við bátinum – tí teir vóru ikki langt frá landi, bert einar 200 alin – og teir sleipaðu garnið við fiskinum eftir sær.

4
Jóhannes 21:9 Jóhannes

Táið teir nú komu á land, sóu teir kolgløður liggja har og fisk á teimum, og breyð.

4
Jóhannes 21:10 Jóhannes

Jesus segði við teir: „Komið higar við fiski av tí, sum tit fingu nú!“

4
Jóhannes 21:11 Jóhannes

Tá fór Símun Pætur í bátin og dró garnið á land, fult av stórum fiski, 153; og tó at so mangir vóru, skrædnaði garnið ikki.

4
Jóhannes 21:12 Jóhannes

Jesus segði við teir: „Komið higar og fáið tykkum at eta!“ Men eingin av lærisveinunum vágaði sær at spyrja Hann: „Hvør ert Tú?“ Tí teir skiltu, at tað var Harrin.

4
Jóhannes 21:13 Jóhannes

Jesus kom tá og tók breyðið og gav teimum tað, somuleiðis fiskin.

4
Jóhannes 21:14 Jóhannes

Hetta var nú triðja ferðin, Jesus opinberaði Seg fyri lærisveinum Sínum, eftir at Hann var risin upp frá hinum deyðu.

4
Jóhannes 21:15 Jóhannes

Táið teir høvdu etið, segði Jesus við Símun Pætur: „Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?“ Hann svaraði Honum: „Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Hann við hann: „Føð lomb Míni!“

4
Jóhannes 21:16 Jóhannes

Uppaftur segði Hann við hann, aðru ferð: „Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?“ Hann svaraði Honum: „Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Hann við hann: „Ver hirði hjá seyði Mínum!“

4
Jóhannes 21:17 Jóhannes

Hann segði triðju ferð við hann: „Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?“ Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: „Hevur tú Meg kæran?“ og hann segði við Hann: „Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesus við hann: „Føð seyð Mín!

4
Jóhannes 21:18 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Táið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvur og fórt, hagar tú vildi; men táið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og annar skal gyrða teg og leiða teg, hagar tú ikki vilt.“

4
Jóhannes 21:19 Jóhannes

Hetta segði Hann fyri at vísa, á hvønn hátt hann skuldi doyggja fyri at dýrmeta Gud. Og táið Hann hevði sagt hetta, segði Hann við hann: „Fylg Mær!“

4
Jóhannes 21:20 Jóhannes

Pætur vendi sær og sá, at lærisveinurin, sum Jesus elskaði, kom aftaná, hann, sum lá við bróst Hansara við kvøldmáltíðina og segði: „Harri! Hvør er tann, ið svíkur Teg?“

4
Jóhannes 21:21 Jóhannes

Táið Pætur nú sá hann, segði hann við Jesus: „Harri, hvussu verður tá við hesum?“

4
Jóhannes 21:22 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Um Eg vil, at hann skal liva, inntil Eg komi, hvat kemur tær við tað! Fylg tú Mær!“

4
Jóhannes 21:23 Jóhannes

Tí kom hetta orðið út ímillum brøðurnar: „Hesin lærisveinur doyr ikki!“ Og Jesus hevði tó ikki sagt við hann, at hann skuldi ikki doyggja, men: „Um Eg vil, at hann skal liva, inntil Eg komi, hvat kemur tær við tað!“

4
Jóhannes 21:24 Jóhannes

Hetta er lærisveinurin, ið vitnar um hetta og hevur skrivað hetta; og vit vita, at vitnisburður hansara er sannur.

4
Jóhannes 21:25 Jóhannes

Men eisini er mangt annað, sum Jesus hevur gjørt; skuldi tað verðið skrivað, hvørt fyri seg, haldi eg, at allur heimurin hevði ikki rúmað bókunum, ið tá høvdu verðið skrivaðar.

4