talið átta
26 versir um "talið átta"
Versir
Síða 1 av 1Fjórða Mósebók 8:1 Fjórða Mósebók
HARRIN talaði við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 8:2 Fjórða Mósebók
„Tala við Áron og sig við hann: „Táið tú setur upp lampurnar, skalt tú seta tær so, at allar sjey lampurnar kasta ljósið yvir rúmið framman fyri ljósastakan!““
Fjórða Mósebók 8:3 Fjórða Mósebók
Hetta gjørdi so Áron; hann setti lampurnar so upp, at tær kastaðu ljósið yvir rúmið framman fyri ljósastakan – sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
Fjórða Mósebók 8:4 Fjórða Mósebók
Ljósastakin var av slignum gulli; fóturin og blómurnar á honum vóru sligið arbeiði; eftir myndini, ið HARRIN hevði víst honum, hevði Móses gjørt ljósastakan.
Fjórða Mósebók 8:5 Fjórða Mósebók
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 8:6 Fjórða Mósebók
„Skil Levitarnar burtur úr Ísraelsmonnum og reinsa teir!
Fjórða Mósebók 8:7 Fjórða Mósebók
Soleiðis skalt tú bera teg at, táið tú reinsar teir: Tú skalt sletta reinsivatn á teir, og teir skulu lata rakiknív ganga yvir alt likam sítt og vaska klæði síni og soleiðis reinsa seg.
Fjórða Mósebók 8:8 Fjórða Mósebók
Síðani skulu teir taka ungan tarv og matofrið, ið til hoyrir, fínt mjøl blandað við olju; og ein annan ungan tarv skalt tú taka til syndoffur.
Fjórða Mósebók 8:9 Fjórða Mósebók
Nú skalt tú lata Levitarnar koma fram fyri samkomutjaldið, og tú skalt kalla saman alla samkomu Ísraelsmanna.
Fjórða Mósebók 8:10 Fjórða Mósebók
Táið tú so hevur latið Levitarnar stíga fram fyri ásjón HARRANS, skulu Ísraelsmenn leggja hendur sínar á Levitarnar,
Fjórða Mósebók 8:11 Fjórða Mósebók
og Áron skal víga HARRANUM teir fyri Ísraelsmenn, á sama hátt sum táið hann sveiggjar ofrið fyri ásjón HARRANS; síðani skulu teir tæna HARRANUM, tað skal vera arbeiði teirra.
Fjórða Mósebók 8:12 Fjórða Mósebók
Nú skulu Levitarnir leggja hendur sínar á høvd tarvanna, og tú skalt ofra HARRANUM annan til syndoffur og annan til brennioffur og soleiðis gera bót fyri Levitarnar.
Fjórða Mósebók 8:13 Fjórða Mósebók
So skalt tú lata Levitarnar stíga fram fyri Áron og synir hansara og víga HARRANUM teir, á sama hátt sum táið ofrið verður sveiggjað fyri HARRANUM.
Fjórða Mósebók 8:14 Fjórða Mósebók
Soleiðis skalt tú skilja Levitarnar út frá Ísraelsmonnum, og Levitarnir skulu hoyra Mær til.
Fjórða Mósebók 8:15 Fjórða Mósebók
Síðani – táið tú hevur reinsað og vígt teir – skulu Levitarnir koma og gera tænastu við samkomutjaldið.
Fjórða Mósebók 8:16 Fjórða Mósebók
Tí teir eru Mær givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum; Eg havi tikið Mær teir til ogn í staðin fyri alt tað hjá Ísraelsmonnum, sum opnar móðurlív, alt frumborið.
Fjórða Mósebók 8:17 Fjórða Mósebók
Tí Eg eigi alt frumborið hjá Ísraelsmonnum, bæði fólk og fæ; ta ferðina ið Eg drap alt frumborið í Egyptalandi, halgaði Eg Mær tað.
Fjórða Mósebók 8:18 Fjórða Mósebók
Men nú havi Eg tikið Levitarnar í staðin fyri alt frumborið hjá Ísraelsmonnum;
Fjórða Mósebók 8:19 Fjórða Mósebók
Eg tók Levitarnar út millum Ísraelsmenn og gav Áron og sonum hansara teir, fyri at teir skulu gera tænastu við samkomutjaldið fyri Ísraelsmenn og gera bót fyri teir – fyri at Ísraelsmenn skulu ikki koma halgidóminum nær og soleiðis leiða vanlukku oman yvir seg.“
Fjórða Mósebók 8:20 Fjórða Mósebók
Móses, Áron og øll samkoma Ísraelsmanna gjørdu so við Levitarnar; á allan hátt so sum HARRIN hevði álagt Mósesi viðvíkjandi Levitunum, gjørdu Ísraelsmenn við teir.
Fjórða Mósebók 8:21 Fjórða Mósebók
Levitarnir reinsaðu seg og vaskaðu klæði síni, og Áron vígdi teir fyri ásjón HARRANS, á sama hátt sum táið sveiggioffur verður vígt, og gjørdi bót fyri teir, so teir vórðu reinir.
Fjórða Mósebók 8:22 Fjórða Mósebók
Síðani komu Levitarnir og gjørdu tænastu sína við samkomutjaldið undir Áron og sonum hansara. – Sum HARRIN hevði álagt Mósesi viðvíkjandi Levitunum, so gjørdu teir við teir.
Fjórða Mósebók 8:23 Fjórða Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
Fjórða Mósebók 8:24 Fjórða Mósebók
„Hetta er lógin, ið geldur viðvíkjandi Levitunum: Tann, ið er 25 ár ella eldri, skal koma og gera tænastu við at arbeiða við samkomutjaldið.
Fjórða Mósebók 8:25 Fjórða Mósebók
Men táið Leviturin verður 50 ár, skal hann geva uppat at gera tænastu og ikki arbeiða longur;
Fjórða Mósebók 8:26 Fjórða Mósebók
hann kann ganga brøðrum sínum til handa í samkomutjaldinum og akta eftir tí, ið har er at akta eftir; men fasta tænastu skal hann ikki hava. – Soleiðis skalt tú gera við Levitarnar í øllum, sum teir hava at varðveita.“