talið 10
103 versir um "talið 10"
Versir
Síða 2 av 3Fjórða Mósebók 9:15 Fjórða Mósebók
Tann dagin ið tabernaklið varð reist, lá skýggið á tabernaklinum, vitnisburðartjaldinum; um kvøldið var eins og eldglæma at síggja yvir tabernaklinum, og hon varð líka til um morgunin.
Fjórða Mósebók 9:16 Fjórða Mósebók
So var altíð: Um dagin lá skýggið á tí, um náttina var eins og eldglæma.
Fjórða Mósebók 9:17 Fjórða Mósebók
Hvørja ferð skýggið lætti av tjaldinum, fóru Ísraelsmenn við tað sama avstað, og har sum skýggið steðgaði, har reistu Ísraelsmenn tjøldini.
Fjórða Mósebók 9:18 Fjórða Mósebók
Eftir boði HARRANS fóru Ísraelsmenn avstað, og eftir boði HARRANS reistu teir tjøldini. So leingi sum skýggið lá á tabernaklinum, hildu teir seg í friði í tilhaldinum.
Fjórða Mósebók 9:19 Fjórða Mósebók
Táið skýggið lá á tabernaklinum leingi, so gjørdu Ísraelsmenn eftir tí, ið HARRIN hevði sagt, og fóru ikki avstað.
Fjórða Mósebók 9:20 Fjórða Mósebók
Viðhvørt lá skýggið bert nakrar fáar dagar á tabernaklinum; tá hildu teir seg í friði, so leingi sum HARRIN vildi – og fóru avstað, táið Hann vildi.
Fjórða Mósebók 9:21 Fjórða Mósebók
Og viðhvørt lá skýggið har bert frá kvøldi til morguns; táið tá skýggið lætti um morgunin, fóru teir avstað. Ella um so var, at tað lá har ein dag og eina nátt og síðani lætti, so fóru teir avstað tá.
Fjórða Mósebók 9:22 Fjórða Mósebók
Ella um tað var har einar tveir dagar ella ein mánað ella enn longur, so at skýggið leingi varð liggjandi á tabernaklinum, so hildu Ísraelsmenn seg í friði í tilhaldinum og fóru ikki avstað; men táið tað lætti, fóru teir avstað.
Fjórða Mósebók 9:23 Fjórða Mósebók
Eftir boði HARRANS reistu teir tjøldini, og eftir boði HARRANS fóru teir avstað; teir gjørdu eftir tí, ið HARRIN hevði sagt – eftir boði HARRANS við Mósesi.
Fjórða Mósebók 11:1 Fjórða Mósebók
Men fólkið knarraði hart fyri HARRANUM um, at tey høvdu tað so ringt; táið HARRIN hoyrdi hetta, tendraðist vreiði Hansara, og eldur HARRANS sló niður ímillum teirra og gjørdi enda á nøkrum ytst í tilhaldinum.
Fjórða Mósebók 11:2 Fjórða Mósebók
Tá rópti fólkið til Móses, og Móses bað til HARRAN fyri teimum; so sløknaði eldurin.
Fjórða Mósebók 11:3 Fjórða Mósebók
Tí varð hetta stað kallað Tabera; tí eldur HARRANS sló niður ímillum teirra.
Fjórða Mósebók 11:4 Fjórða Mósebók
Men hin blandaði fólkahópurin, ið við teimum var, tráaði eftir øðrum kosti, og so fóru Ísraelsmenn aftur at gráta og søgdu: „Høvdu vit bert havt kjøt at etið!
Fjórða Mósebók 11:5 Fjórða Mósebók
Vit minnast fiskin, ið vit fingu fyri einki í Egyptalandi, og agurkurnar, melónirnar, purrurnar, reyðleykin og hvítleykin!
Fjórða Mósebók 11:6 Fjórða Mósebók
Men nú ørmaktast sál okkara; tí her er hvørki eitt ella annað – vit síggja aldri nakað uttan hetta mannað!“
Fjórða Mósebók 11:7 Fjórða Mósebók
Mannað líktist korianderfræi og sá út sum bdellium.
Fjórða Mósebók 11:8 Fjórða Mósebók
Fólkið gekk um og sankaði tað; síðani mólu tey tað á kvørn ella stoyttu tað í mortara, kókaðu tað so í pottum ella bakaðu køkur av tí; tað smakkaði tá sum oljukøka.
Fjórða Mósebók 11:9 Fjórða Mósebók
Táið døggin um náttina fall yvir tilhaldið, fall mannað niður saman við henni.
Fjórða Mósebók 11:10 Fjórða Mósebók
Táið Móses hoyrdi, hvussu allar ættir fólksins grótu, hvør fyri tjalddurum sínum, og sá, at vreiði HARRANS tendraðist svárliga, tykti honum tað illa.
Fjórða Mósebók 11:11 Fjórða Mósebók
Og Móses segði við HARRAN: „Hví hevur Tú gjørt so illa við tænara Tín, og hví havi eg ikki funnið náði fyri eygum Tínum – síðani Tú hevur lagt alt hetta fólk sum byrði á meg?
Fjórða Mósebók 11:12 Fjórða Mósebók
Eri eg tá móðir ella faðir at øllum hesum fólki, síðani Tú krevur, at eg skal bera tey í favninum til landið, ið Tú við eiði hevur lovað fedrum teirra – eins og fosturmamman ber bróstabarnið!
Fjórða Mósebók 11:13 Fjórða Mósebók
Hvaðani skal eg taka kjøt til alt hetta fólk! – Tey koma jú grátandi til mín og siga: „Lat okkum fáa kjøt at eta!“
Fjórða Mósebók 11:14 Fjórða Mósebók
Eg eri ikki mentur at bera hetta fólk einsamallur, tað er mær ov tungt!
Fjórða Mósebók 11:15 Fjórða Mósebók
Ætlar Tú at fara so við mær, so drep meg fyrr – so satt sum eg havi funnið náði fyri eygum Tínum – so eg sleppi frá at síggja henda syndarliga stand!“
Fjórða Mósebók 11:16 Fjórða Mósebók
HARRIN svaraði Mósesi: „Kalla Mær saman 70 menn av teimum elstu í Ísrael, menn, sum tú veitst, eru hinir elstu fólksins og umsjónarmenn tess! Tak teir so við tær til samkomutjaldið og lat teir standa hjá tær har!
Fjórða Mósebók 11:17 Fjórða Mósebók
So skal Eg koma niður og tosa við teg har, og Eg skal taka av Andanum, sum á tær er, og lata koma á teir, so teir kunnu bera byrðina av fólkinum saman við tær, og tú ikki noyðist at bera hana einsamallur.
Fjórða Mósebók 11:18 Fjórða Mósebók
Og við fólkið skalt tú siga: „Halgið tykkum til í morgin! So skulu tit fáa kjøt at eta – við tað at tit hava grátið fyri oyrum HARRANS og sagt: „Høvdu vit bert havt kjøt at etið! Vit høvdu tað jú betri í Egyptalandi!“ – Nú skal HARRIN geva tykkum kjøt, so tit fáa etið
Fjórða Mósebók 11:19 Fjórða Mósebók
– og tað ikki bert ein dag ella tveir ella fimm ella tíggju ella tjúgu dagar,
Fjórða Mósebók 11:20 Fjórða Mósebók
men ein heilan mánað, inntil tit ikki tola roykin av tí longur, og tykkum býður ímóti – aftur fyri at tit hava vanvirt HARRAN, sum er mitt ímillum tykkara, og grátið fyri ásjón Hansara og sagt: „Hví mundu vit fara út av Egyptalandi!“““
Fjórða Mósebók 11:21 Fjórða Mósebók
Móses svaraði: „600000 mans til gongu er hetta fólk í tali, sum eg havi rundan um meg, og Tú sigur: „Eg skal fáa teimum kjøt, so tey hava nóg mikið at eta ein heilan mánað!“
Fjórða Mósebók 11:22 Fjórða Mósebók
Er tá so nógv av smáfæi og neytum at drepa til teirra, at tað kann røkka til! Ella skal allur fiskurin í sjónum verða savnaður saman til teirra, so tað kann røkka til!“
Fjórða Mósebók 11:23 Fjórða Mósebók
HARRIN svaraði Mósesi: „Er armur HARRANS styttur! Nú skalt tú fáa at síggja, um tær fer at gangast, sum Eg havi sagt, ella ikki!“
Fjórða Mósebók 11:24 Fjórða Mósebók
Móses fór nú út og kunngjørdi fólkinum orð HARRANS. Síðani savnaði hann saman 70 av hinum elstu fólksins og bað teir standa rundan um samkomutjaldið.
Fjórða Mósebók 11:25 Fjórða Mósebók
Tá kom HARRIN niður í skýnum og talaði við hann, og Hann tók av Andanum, sum á honum var, og læt koma á hinar 70 elstu. Og táið Andin hvíldi á teimum, profeteraðu teir; men tað hendi teir ikki uppaftur.
Fjórða Mósebók 11:26 Fjórða Mósebók
Men tveir menn høvdu verið eftir í tilhaldinum; annar æt Eldad, og annar Medad. Eisini á teir kom Andin, tí teir vóru ímillum teirra, ið uppskrivaðir vóru, men vóru ikki farnir út til tjaldið; nú fóru teir at profetera í tilhaldinum.
Fjórða Mósebók 11:27 Fjórða Mósebók
Tá kom ein ungur drongur rennandi út og segði Mósesi frá hesum: „Eldad og Medad eru farnir at profetera í tilhaldinum!“
Fjórða Mósebók 11:28 Fjórða Mósebók
Josva, sonur Nun, sum hevði gingið Mósesi til handa, frá tí hann var ungur, segði tá: „Móses, harri mín, forbjóða teimum tað!“
Fjórða Mósebók 11:29 Fjórða Mósebók
Men Móses segði við hann: „Ert tú øvundsjúkur fyri meg? Eg vildi, at alt fólk HARRANS var profetar, eg vildi, at HARRIN skuldi lagt Anda Sín á tey!“
Fjórða Mósebók 11:30 Fjórða Mósebók
So fór Móses inn aftur í tilhaldið, hann og hinir elstu í Ísrael.
Fjórða Mósebók 11:31 Fjórða Mósebók
Tá brast á stormur frá HARRANUM; hann hevði lynghøsn við sær inn av havinum og bar tey inn yvir tilhaldið og so langt sum eina dagsferð í allar ættir rundan um tilhaldið – og einar tvær alin upp frá jørðini.
Fjórða Mósebók 11:32 Fjórða Mósebók
Tá fór fólkið undir at taka lynghøsnini – allan tann dagin, alla náttina og allan dagin eftir; eingin tók minni enn tíggju homerar. Og tey breiddu tey út rundan um tilhaldið.
Fjórða Mósebók 11:33 Fjórða Mósebók
Men meðan kjøtið enn var ímillum tenn teirra – áðrenn tað var uppetið – tendraðist vreiði HARRANS móti fólkinum, og HARRIN læt ógvuliga mong falla millum fólkið.
Fjórða Mósebók 11:34 Fjórða Mósebók
Tí kallaðu tey hetta staðið Kibrot-Hatta’ava; tí har jarðaðu teir tey, ið marglátin høvdu verið.
Fjórða Mósebók 11:35 Fjórða Mósebók
Úr Kibrot-Hatta’ava fór fólkið til Hazerot, og tey gjørdu steðg í Hazerot.
Lukas 17:11 Lukas
Á ferðini til Jerusalem lá leið Hansara mitt ímillum Samaria og Galilea.
Lukas 17:12 Lukas
Táið Hann nú fór inn í eina bygd, møttu Honum 10 spitalskir menn, sum stóðu langt burtur.
Lukas 17:13 Lukas
Teir róptu hart: „Jesus, meistari, miskunna okkum!“
Lukas 17:14 Lukas
Táið Hann sá teir, segði Hann við teir: „Farið og latið prestarnar sýna tykkum!“ Meðan teir nú vóru á veg, vórðu teir reinsaðir.
Lukas 17:15 Lukas
Og ein teirra kom aftur, táið hann sá, at hann var grøddur, og prísaði Gudi við harðari rødd;
Lukas 17:16 Lukas
hann fall á andlit sítt fyri fótum Hansara og takkaði Honum – og hesin var Samverji.