Tala sannleikan í kærleika
8 versir um "Tala sannleikan í kærleika"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 4:15 Efesusbrævið
Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.
Zakarias 8:16 Zakarias
Hetta er tað, ið tit skulu gera: Talið sannleika, hvør við annan, dømið í portrum tykkara rættvísar dómar og dómar, ið elva frið!
Jóhannes 8:32 Jóhannes
og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Jóhannes 17:17 Jóhannes
Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.
Efesusbrævið 4:25 Efesusbrævið
Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru hvør annars limir!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!