Tal
26 versir um "Tal"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Sálmarnir 141:3 Sálmarnir
HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!
Sálmarnir 19:14 Sálmarnir
Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum.
Sálmarnir 49:3 Sálmarnir
bæði høg og lág, bæði rík og fátæk!
Orðtøkini 8:13 Orðtøkini
At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg.
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini
Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.
Orðtøkini 18:13 Orðtøkini
Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.
Orðtøkini 18:21 Orðtøkini
Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara.
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið
Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!
Sálmarnir 37:30 Sálmarnir
Muður hins rættvísa talar vísdóm, tunga hansara sigur tað, ið beint er;
Sálmarnir 37:31 Sálmarnir
lóg Guds hansara er honum í hjarta, hann vinglar ikki á fótunum.
Orðtøkini 15:4 Orðtøkini
Spakfør tunga er træ lívsins, men rangvørg tunga særir hjartað.
Orðtøkini 16:24 Orðtøkini
Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót.
Orðtøkini 21:23 Orðtøkini
Tann, ið varðar munn sín og tungu sína, varðar lív sítt frá trongdum.
Matteus 15:11 Matteus
Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað, sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.“
Efesusbrævið 4:15 Efesusbrævið
Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Jákupsbrævið 3:2 Jákupsbrævið
Vit snáva jú allir í mongum. Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður, førur fyri eisini at halda øllum likaminum í teymum.
Jákupsbrævið 3:3 Jákupsbrævið
Táið vit leggja hestunum boksl í munn, fyri at teir skulu akta okkum, so stýra vit eisini øllum likami teirra.
Jákupsbrævið 3:4 Jákupsbrævið
Hyggið eisini skipini! Tóat tey eru so stór og verða rikin av hørðum vindum, verða tey tó av lítlum róðri stýrd, hagar stýrimaðurin vil.
Jákupsbrævið 3:5 Jákupsbrævið
Soleiðis er eisini tungan lítil limur og hevur tó stór orð. Hyggið, lítil eldur – hvussu stóran skóg setur hann ikki eld á!
Jákupsbrævið 3:6 Jákupsbrævið
Og tungan er eldur! Eins og heimur órættvísi situr tungan millum limir okkara; hon dálkar alt likamið og setur eld á hjól lívsins. Og Helviti hevur sett eld á hana sjálva!
Jákupsbrævið 3:7 Jákupsbrævið
Øll náttúra, bæði dýra og fugla, bæði skriðdýra og havdýra, verður tamd og er tamd av náttúru menniskjanna;
Jákupsbrævið 3:8 Jákupsbrævið
men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri!
Jákupsbrævið 3:9 Jákupsbrævið
Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds!
Jákupsbrævið 3:10 Jákupsbrævið
Úr sama munni ganga út signing og bann! Brøður mínir, hetta eigur ikki so at vera!