takksemi
62 versir um "takksemi"
Versir
Síða 2 av 2Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið
Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið
Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kolossibrævið 3:18 Kolossibrævið
Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum!
Kolossibrævið 3:19 Kolossibrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!
Kolossibrævið 3:20 Kolossibrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í øllum, tí tað líkar Harranum!
Fyrra Tessalonikabrævið 1:2 Fyrra Tessalonikabrævið
Vit takka Gudi altíð fyri tykkum øll, táið vit minnast tykkum í bønum okkara.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Verið altíð glaðir!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:17 Fyrra Tessalonikabrævið
Biðið uttan íhald!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.
Jákupsbrævið 5:13 Jákupsbrævið
Líður nakar av tykkum ilt – hann biði! Er nakar glaður – hann syngi lovsong!