takksemi

62 versir um "takksemi"

Versir

Síða 1 av 2
Hebrearabrævið 12:28 Hebrearabrævið

Táið vit nú fáa ríki, sum ikki kann verða rist, so latið okkum tá vera takksom og harvið tæna Gudi, Honum til tokka, við gudræðslu og ótta!

10
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir

Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.

8
Fimta Mósebók 26:11 Fimta Mósebók

Og tú skalt vera glaður um alt tað góða, ið HARRIN Gud tín hevur givið tær og húsi tínum, bæði tú og Leviturin og hin fremmandi, sum í landi tínum býr.

7
Sálmarnir 118:24 Sálmarnir

Hesin er dagurin, ið HARRIN hevur gjørt; latið okkum fegnast og gleðast á honum!

5
Jeremias 31:3 Jeremias

Úr fjarløgu hevur HARRIN opinberað Seg fyri mær: „Ja, við ævigum kærleika havi Eg elskað teg; tí havi Eg drigið teg við náði.

5
Ápostlasøgan 17:28 Ápostlasøgan

Tí í Honum liva, rørast og eru vit – sum eisini nøkur av skøldum tykkara hava sagt: „Vit eru jú eisini ætt Hansara.“

5
Rutt 2:12 Rutt

HARRIN løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá HARRANUM Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!“

4
Sálmarnir 103:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!

4
Sálmarnir 103:2 Sálmarnir

Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!

4
Sálmarnir 126:3 Sálmarnir

Ja, stórverk hevur HARRIN gjørt móti okkum, og vit vórðu glað!

4
Sálmarnir 136:1 Sálmarnir

Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

4
Esaias 63:7 Esaias

Náði HARRANS skal eg minna um, prís HARRANS eftir øllum, ið HARRIN hevur gjørt okkum, og stóru góðsku Hansara móti húsi Ísraels – at Hann gjørdi við tey eftir miskunn Síni og eftir stóru náði Síni.

4
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið

So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

4
Fyrra Tessalonikabrævið 5:18 Fyrra Tessalonikabrævið

Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!

4
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið

Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.

4
Sálmarnir 100:4 Sálmarnir

Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!

3
Efesusbrævið 1:16 Efesusbrævið

havi eg tí ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, táið eg minnist tykkum í bønum mínum,

3
Efesusbrævið 5:20 Efesusbrævið

og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt, í navni Harra okkara Jesu Krists!

3
Kolossibrævið 4:2 Kolossibrævið

Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið

Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið

Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,

3
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið

og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!

3
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið

Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –

3
Fjórða Mósebók 6:24 Fjórða Mósebók

„HARRIN signi teg og varðveiti teg!

2
Fjórða Mósebók 6:25 Fjórða Mósebók

HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!

2
Fjórða Mósebók 6:26 Fjórða Mósebók

HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!““

2
Seinna Sámuelsbók 2:6 Seinna Sámuelsbók

HARRIN vísi tykkum nú miskunn og trúfesti! Og eisini eg skal gera væl við tykkum, aftur fyri at tit gjørdu hetta.

2
Fyrra Krønikubók 16:34 Fyrra Krønikubók

Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, miskunn Hansara varir í allar ævir!

2
Sálmarnir 28:7 Sálmarnir

Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum.

2
Sálmarnir 50:23 Sálmarnir

– Tann, ið ofrar tøkk, ærir Meg, og tann, ið aktar eftir leiðini, lati Eg síggja frelsu Guds.“

2
Sálmarnir 69:30 Sálmarnir

Men Eg eri armur og pínufullur; lat frelsu Tína, Gud, bjarga Mær!

2
Sálmarnir 75:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Spill ikki! Sálmur. Eftir Asaf. Songur.

2
Sálmarnir 100:1 Sálmarnir

Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!

2
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir

Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!

2
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir

Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.

2
Sálmarnir 106:1 Sálmarnir

Halleluja! Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

2
Sálmarnir 107:1 Sálmarnir

Prísið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

2
Lukas 17:11 Lukas

Á ferðini til Jerusalem lá leið Hansara mitt ímillum Samaria og Galilea.

2
Lukas 17:12 Lukas

Táið Hann nú fór inn í eina bygd, møttu Honum 10 spitalskir menn, sum stóðu langt burtur.

2
Lukas 17:13 Lukas

Teir róptu hart: „Jesus, meistari, miskunna okkum!“

2
Lukas 17:14 Lukas

Táið Hann sá teir, segði Hann við teir: „Farið og latið prestarnar sýna tykkum!“ Meðan teir nú vóru á veg, vórðu teir reinsaðir.

2
Lukas 17:15 Lukas

Og ein teirra kom aftur, táið hann sá, at hann var grøddur, og prísaði Gudi við harðari rødd;

2
Lukas 17:16 Lukas

hann fall á andlit sítt fyri fótum Hansara og takkaði Honum – og hesin var Samverji.

2
Lukas 17:17 Lukas

Tá svaraði Jesus: „Vórðu teir ikki tíggju reinsaðir! Hvar eru hinir níggju?

2
Lukas 17:18 Lukas

Fanst eingin, sum kom aftur at geva Gudi dýrd, uttan hesin fremmandi?“

2
Lukas 17:19 Lukas

Og Hann segði við hann: „Reis teg og far avstað – trúgv tín hevur frelst teg!“

2
Ápostlasøgan 24:3 Ápostlasøgan

„Nógvan frið njóta vit við tær, og rættarbøtur á allan hátt og allastaðni falla hesum fólki í lut við umsorgan tíni; hetta ásanna vit, mektigasti Feliks, og bera tær alla tøkk.

2
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.

2
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið

Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.

2
Galatiabrævið 6:1 Galatiabrævið

Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður!

2