takkaroffur / takkardagur
22 versir um "takkaroffur / takkardagur"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 107:1 Sálmarnir
Prísið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið
Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!
Fyrra Krønikubók 16:34 Fyrra Krønikubók
Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, miskunn Hansara varir í allar ævir!
Sálmarnir 7:17 Sálmarnir
Vanlukkan, sum hann hevði í huga, kemur yvir hansara egna høvd, og órætturin, sum hann ætlaði at volda, rámar hann sjálvan í hvirilin.
Sálmarnir 28:7 Sálmarnir
Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum.
Sálmarnir 50:14 Sálmarnir
– Nei, ofra Gudi lovsong, og halt hinum Hægsta tað, ið tú hevur lovað!
Sálmarnir 69:30 Sálmarnir
Men Eg eri armur og pínufullur; lat frelsu Tína, Gud, bjarga Mær!
Sálmarnir 100:1 Sálmarnir
Sálmur. Við takkofrinum. Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin!
Sálmarnir 100:2 Sálmarnir
Tænið HARRANUM við gleði, komið fyri ásjón Hansara við gleðirópum!
Sálmarnir 100:3 Sálmarnir
Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.
Sálmarnir 100:4 Sálmarnir
Farið inn í portur Hansara við takkarsongi, við lovsongi inn í forgarðar Hansara, takkið Honum og lovið navni Hansara!
Sálmarnir 100:5 Sálmarnir
Tí góður er HARRIN; náði Hansara varir til ævigar tíðir, trúfesti Hansara mann eftir mann.
Seinna Korintbrævið 2:14 Seinna Korintbrævið
Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!
Efesusbrævið 5:20 Efesusbrævið
og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt, í navni Harra okkara Jesu Krists!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Kolossibrævið 4:2 Kolossibrævið
Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Verið altíð glaðir!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:17 Fyrra Tessalonikabrævið
Biðið uttan íhald!
Hebrearabrævið 13:15 Hebrearabrævið
Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.