Tabor
8 versir um "Tabor"
Versir
Síða 1 av 1Dómararnir 4:6 Dómararnir
Hon sendi nú boð eftir Barak, syni Abinoam, úr Kedes í Naftali, og segði við hann: „Hoyr boðið, ið HARRIN Gud Ísraels hevur givið: „Far avstað og far niðan á Taborsfjall, og tak við tær 10000 mans av Naftali og Zebulon!
Josva 19:22 Josva
Markið bar við Tabor, Sahazuma og Bet-Semes og gekk síðani líka í Jordan. Tilsamans vóru tað 16 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
Dómararnir 4:12 Dómararnir
Táið Sisera frætti, at Barak, sonur Abinoam, var farin niðan á Taborsfjall,
Dómararnir 4:14 Dómararnir
Tá segði Debora við Barak: „Kom nú! Tí tað er í dag, HARRIN fer at geva Sisera í hendur tínar – er ikki HARRIN farin út undan tær!“ So fór Barak oman av Taborsfjalli, og hinir 10000 menninir fylgdu honum.
Sálmarnir 89:12 Sálmarnir
Tín er himmalin, og Tín er jørðin, Tú grundfesti jarðarríki og alt tað, sum í tí er.
Jeremias 46:18 Jeremias
So satt sum Eg livi – sigur kongurin, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna: Sum Tabor millum fjøllini og sum Karmel við havið kemur hann!
Hoseas 5:1 Hoseas
Hoyrið hetta, tit prestar, lurta eftir, tú hús Ísraels, og tú kongahús, vend oyranum til! Tí yvir tykkum er tað, dómurin er, tit, ið hava verið snerra á Mizpa og útbreitt net á Tabor.
Fyrra Sámuelsbók 10:3 Fyrra Sámuelsbók
Táið tú ert komin eitt sindur longur og kemur til Taborseik, skalt tú har hitta tríggjar menn, ið eru á veg til Gud í Betel; ein ber trý geitarlomb, ein ber trý breyð, og ein ber skinnsekk við víni.