tá vit doyggja
31 versir um "tá vit doyggja"
Versir
Síða 1 av 1Prædikarin 12:7 Prædikarin
– og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!
Lukas 23:43 Lukas
Hann svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“
Jóhannes 5:28 Jóhannes
Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara.
Jóhannes 5:29 Jóhannes
Og tey skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm.
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Prædikarin 9:10 Prædikarin
Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.
Dániel 12:2 Dániel
Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd.
Lukas 16:19 Lukas
Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.
Lukas 16:20 Lukas
Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.
Lukas 16:21 Lukas
Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.
Lukas 16:22 Lukas
Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.
Lukas 16:23 Lukas
Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu – sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.
Lukas 16:24 Lukas
Tá rópti hann: „Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“
Lukas 16:25 Lukas
Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.
Lukas 16:26 Lukas
Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.“
Lukas 16:27 Lukas
Tá segði hann: „So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;
Lukas 16:28 Lukas
tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.“
Lukas 16:29 Lukas
Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!“
Lukas 16:30 Lukas
Hann svaraði: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“
Lukas 16:31 Lukas
Men hann segði við hann: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.““
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 11:25 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.
Ápostlasøgan 2:34 Ápostlasøgan
Tí Dávid fór ikki upp til Himmals; nei, hann sigur sjálvur: „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína,
Fyrra Korintbrævið 15:51 Fyrra Korintbrævið
Eg sigi tykkum loyndarmál: Vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast,
Fyrra Korintbrævið 15:52 Fyrra Korintbrævið
og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu umbroytast.
Fyrra Korintbrævið 15:53 Fyrra Korintbrævið
Tí hetta forgeingiliga má lata seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga má lata seg í ódeyðiligleika.
Fyrra Korintbrævið 15:54 Fyrra Korintbrævið
Táið tá hetta forgeingiliga hevur latið seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga hevur latið seg í ódeyðiligleika, tá gongur orðið út, sum skrivað er: „Deyðin er uppsvølgdur í sigur!“
Seinna Korintbrævið 5:1 Seinna Korintbrævið
Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.
Seinna Korintbrævið 5:8 Seinna Korintbrævið
Ja, vit eru hugreyst og høvdu helst viljað farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum.
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið
Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –
Opinberingin 21:4 Opinberingin
Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“