tað sum vit tala
46 versir um "tað sum vit tala"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 18:21 Orðtøkini
Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara.
Orðtøkini 13:3 Orðtøkini
Tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, varðar lív sítt, men tann, ið letur varrarnar langt sundur, honum verður tað til vanlukku.
Matteus 12:37 Matteus
Tí eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur rættvísur, og eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur sekur.“
Jákupsbrævið 3:8 Jákupsbrævið
men tunguna fær einki menniskja tamt, hetta óstýriliga illa, fult av drepandi eitri!
Jákupsbrævið 3:9 Jákupsbrævið
Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds!
Fyrra Korintbrævið 14:1 Fyrra Korintbrævið
Stevnið eftir kærleikanum! Tráið eftir hinum andaligu gávum, helst eftir at profetera!
Fyrra Korintbrævið 14:2 Fyrra Korintbrævið
Tí tann, sum talar í tungum, talar ikki fyri menniskjum, men fyri Gudi; eingin skilir hann jú; hann talar í Andanum loyndarmál.
Fyrra Korintbrævið 14:3 Fyrra Korintbrævið
Men tann, ið profeterar, talar menniskjum til uppbygging, áminning og troyst.
Fyrra Korintbrævið 14:4 Fyrra Korintbrævið
Tann, sum talar í tungum, uppbyggir seg sjálvan; men tann, ið profeterar, uppbyggir samkomuna.
Fyrra Korintbrævið 14:5 Fyrra Korintbrævið
Eg vildi væl, at tit allir talaðu í tungum, men fyrr, at tit profeteraðu; tann, ið profeterar, er størri enn tann, sum talar í tungum – uttan so er, at hann útleggur tað, so samkoman kann fáa uppbygging av tí.
Fyrra Korintbrævið 14:6 Fyrra Korintbrævið
Nú, brøður! Um eg komi til tykkara og tali í tungum, hvat gagni eg tykkum tá – uttan so er, at eg eisini tali til tykkara, annaðhvørt við opinbering, við kunnskapi, við profetiskum orðum ella við læru!
Fyrra Korintbrævið 14:7 Fyrra Korintbrævið
Nú, hinir lívleysu lutir, ið geva ljóð frá sær, veri tað nú floyta ella harpa – kunnu tónarnir ikki skiljast hvør frá øðrum, hvussu kann tá nakar fáa skil á tí, um spælt verður á floytuni ella hørpuni!
Fyrra Korintbrævið 14:8 Fyrra Korintbrævið
Somuleiðis lúður – gevur hann óskilligt ljóð, hvør ger seg tá til reiðar til bardaga!
Fyrra Korintbrævið 14:9 Fyrra Korintbrævið
– So við tykkum eisini: Bera tit ikki fram skilliga talu við tungu tykkara, hvussu skal tá nakar skilja tað, sum sagt verður! Tá tala tit jú burt í luftina!
Fyrra Korintbrævið 14:10 Fyrra Korintbrævið
Í heiminum eru nú so og so mong ymisk tungumál, og einki av teimum er, sum ikki hevur týdning sín;
Fyrra Korintbrævið 14:11 Fyrra Korintbrævið
skilji eg nú ikki málið, so verði eg honum útlendingur, sum talar, og hann, ið talar, verður mær útlendingur.
Fyrra Korintbrævið 14:12 Fyrra Korintbrævið
Soleiðis eisini við tykkum: Táið tit nú tráa eftir hinum andaligu gávum, latið tað tá vera samkomuni til uppbygging, tit royna at fáa tær so ríkliga!
Fyrra Korintbrævið 14:13 Fyrra Korintbrævið
Tann, sum talar í tungum, skal tí biðja eftir, at hann skal kunna útleggja tað.
Fyrra Korintbrævið 14:14 Fyrra Korintbrævið
Tí um eg biði í tungum, biður víst andi mín, men vit mítt er uttan ávøkst.
Fyrra Korintbrævið 14:15 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tað tá? Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini biðja við vitinum; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil eisini lovsyngja við vitinum.
Fyrra Korintbrævið 14:16 Fyrra Korintbrævið
Annars, um tú prísar Gudi við andanum, hvussu skal tá hann, ið situr, har hini ólærdu sita, kunna siga amen til takkarbøn tína! Hann veit jú ikki, hvat tú sigur!
Fyrra Korintbrævið 14:17 Fyrra Korintbrævið
Víst er takkarbøn tín góð, men hin verður ikki uppbygdur.
Fyrra Korintbrævið 14:18 Fyrra Korintbrævið
Eg takki Gudi – eg tali meiri í tungum enn tit allir.
Fyrra Korintbrævið 14:19 Fyrra Korintbrævið
Men á samkomufundi vil eg fyrr tala fimm orð við viti mínum – sum eisini onnur kunnu fáa lærdóm av – enn tíggju túsund orð í tungum.
Fyrra Korintbrævið 14:20 Fyrra Korintbrævið
Brøður! Verið ikki børn í viti! Verið børn í óndskapi, men verið fullvaksnir í viti!
Fyrra Korintbrævið 14:21 Fyrra Korintbrævið
Skrivað er í lógini: „Við fólki við fremmandum tungumáli og við vørrum fremmandra skal Eg tala til hetta fólk, og heldur ikki soleiðis skulu tey hoyra Meg, sigur Harrin.“
Fyrra Korintbrævið 14:22 Fyrra Korintbrævið
So er tá tungutalan til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi; men profetagávan er ikki hinum vantrúgvandi tað, men hinum trúgvandi.
Fyrra Korintbrævið 14:23 Fyrra Korintbrævið
Um nú øll samkoman heldur fund, og allir tala í tungum – og so ólærd ella vantrúgvandi koma inn, fara tey tá ikki at siga, at tit eru frá tykkum sjálvum!
Fyrra Korintbrævið 14:24 Fyrra Korintbrævið
Men profetera allir, og so onkur vantrúgvandi ella ólærdur kemur inn, verður hann revsaður av øllum og dømdur av øllum,
Fyrra Korintbrævið 14:25 Fyrra Korintbrævið
loyniligu hugsanir hjarta hansara verða opinberaðar, og hann fellur tá á andlit sítt og tilbiður Gud og vitnar, at Gud er av sonnum í tykkum.
Fyrra Korintbrævið 14:26 Fyrra Korintbrævið
Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!
Fyrra Korintbrævið 14:27 Fyrra Korintbrævið
Talar onkur í tungum, so latið tað vera tveir ella í mesta lagi tríggjar hvørja ferð, og ein í senn, og ein útleggi tað!
Fyrra Korintbrævið 14:28 Fyrra Korintbrævið
Er eingin útleggjari hjástaddur, skal hin tiga í samkomuni; men hann tali fyri sær sjálvum og fyri Gudi!
Fyrra Korintbrævið 14:29 Fyrra Korintbrævið
Av profetum skulu tveir ella tríggir tala, og hinir dømi um tað!
Fyrra Korintbrævið 14:30 Fyrra Korintbrævið
Men fær ein annar, sum har situr, opinbering, skal hin fyrri tiga.
Fyrra Korintbrævið 14:31 Fyrra Korintbrævið
Tí tit kunnu allir profetera, hvør eftir annan, so at øll kunnu læra, og øll verða ámint;
Fyrra Korintbrævið 14:32 Fyrra Korintbrævið
og andar profeta eru profetum undirgivnir.
Fyrra Korintbrævið 14:33 Fyrra Korintbrævið
Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.
Fyrra Korintbrævið 14:34 Fyrra Korintbrævið
Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar – sum eisini lógin sigur.
Fyrra Korintbrævið 14:35 Fyrra Korintbrævið
Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar.
Fyrra Korintbrævið 14:36 Fyrra Korintbrævið
Ella var tað frá tykkum, orð Guds gekk út! Eru tit tey einastu, sum tað er komið til!
Fyrra Korintbrævið 14:37 Fyrra Korintbrævið
Heldur onkur seg vera profet ella andaligan, so ásanni hann, at tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans!
Fyrra Korintbrævið 14:38 Fyrra Korintbrævið
Men skilir onkur tað ikki, so kann hann lata vera!
Fyrra Korintbrævið 14:39 Fyrra Korintbrævið
Nú, brøður mínir, tráið tá eftir at profetera, og forðið ongum at tala í tungum!
Fyrra Korintbrævið 14:40 Fyrra Korintbrævið
Men alt gangi sømiliga og við skili!
Sálmarnir 19:14 Sálmarnir
Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum.