tað sum tú sáar skalt tú heysta
12 versir um "tað sum tú sáar skalt tú heysta"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 3:11 Esaias
Vei hinum gudleysa – honum skal gangast illa! Hansara egnu gerðir hevna seg aftur á hann sjálvan.
Galatiabrævið 6:7 Galatiabrævið
Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.
Orðtøkini 26:27 Orðtøkini
Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á.
Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Orðtøkini 22:8 Orðtøkini
Tann, ið sáar órætt, skal heysta ilt, og vreiðikoyril hansara skal sláa hann sjálvan.
Prædikarin 1:6 Prædikarin
Vindurin lækkar niður í sunnan og fer upp í norðan; hann skiftir og skiftir, sum hann fer fram, og tekur so aftur at mala.
Prædikarin 1:7 Prædikarin
Allar áir renna í sjógvin, men sjógvurin verður aldri fullur; hagar áirnar renna, hagar renna tær altíð aftur.
Hoseas 8:7 Hoseas
Tí vind sáa tey, og storm skulu tey heysta; akur teirra fær eingi øks, grøði teirra gevur onga føði – um hon gevur nakra, skulu fremmandir gloypa tí!
Lukas 12:3 Lukas
Alt, sum tit hava sagt í myrkrinum, skal tí hoyrast í ljósinum, og tað, sum tit hava lýtt í oyrað í kømurunum, skal verða prædikað á tøkunum.
Jóhannes 14:1 Jóhannes
„Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við!
Kolossibrævið 3:25 Kolossibrævið
Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.