tað óvæntaða

20 versir um "tað óvæntaða"

Versir

Síða 1 av 1
Jákupsbrævið 4:13 Jákupsbrævið

Og nú, tit sum siga: „Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!“

3
Jákupsbrævið 4:14 Jákupsbrævið

– tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.

3
Seinna Kongabók 7:2 Seinna Kongabók

Tá tók høvuðsmaðurin, ið styðjaði kongin við hond síni, til orða og svaraði gudsmanninum: „Um so HARRIN gjørdi lúkur á himmalin, kundi slíkt ikki borið til!“ Hann segði: „Tú skalt fáa tað at síggja við tínum egnu eygum, men ikki fáa at eta av tí!“

2
Matteus 24:4 Matteus

Jesus svaraði teimum: „Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!

2
Matteus 24:42 Matteus

Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.

2
Matteus 24:43 Matteus

Men tað má vera tykkum greitt, at visti húsbóndin, í hvørji náttarvøku tjóvurin fór at koma, so vakti hann og læt ongan sleppa at bróta inn hjá sær.

2
Matteus 24:44 Matteus

Verið tí eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.

2
Matteus 25:13 Matteus

Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman.

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2
Jóhannes 16:13 Jóhannes

Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.

2
Jóhannes 16:33 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“

2
Ápostlasøgan 10:15 Ápostlasøgan

Uppaftur, aðru ferð, ljóðaði rødd til hansara: „Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!“

2
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

2
Seinna Pætursbrævið 1:20 Seinna Pætursbrævið

Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing.

2
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið

Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2
Opinberingin 3:3 Opinberingin

Minst tí, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi, varðveit tað og vend við! Vakir tú nú ikki, skal Eg koma sum tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvønn tíma Eg komi á teg.

2
Opinberingin 16:15 Opinberingin

– Hygg, Eg komi sum tjóvur! Sælur er tann, ið vakir og varðveitir klæði síni, so at hann kemur ikki at ganga nakin, og skomm hansara verður sædd.

2