tá onnur prædika
6 versir um "tá onnur prædika"
Versir
Síða 1 av 1Markus 9:39 Markus
Tá segði Jesus: „Noktið honum tað ikki! Tí eingin er, sum ger kraftargerð í navni Mínum og skjótt aftaná kann tala illa um Meg.
Markus 9:40 Markus
Tann, sum ikki er ímóti okkum, er við okkum.
Fyrra Korintbrævið 1:12 Fyrra Korintbrævið
Eg meini við, at ein og hvør tykkara sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ „Eg eri Apollosarmaður!“ „Eg eri Kefasarmaður!“ „Eg eri Kristusarmaður!“
Fyrra Korintbrævið 1:13 Fyrra Korintbrævið
– Er Kristus býttur sundur! Varð Paulus krossfestur fyri tykkum! Ella vórðu tit doypt til navn Paulusar!
Fyrra Tessalonikabrævið 2:8 Fyrra Tessalonikabrævið
so var tað okkum, av hjartans kærleika til tykkara, gleði at geva tykkum, ikki bert evangelium Guds, men okkara egna lív við; tí tit vóru vorðnir okkum kærir.
Seinna Korintbrævið 4:5 Seinna Korintbrævið
Ikki okkum sjálvar prædika vit, men Kristus Jesus sum Harra, okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesusar skuld.