tá ið ein syndar ímóti tær
73 versir um "tá ið ein syndar ímóti tær"
Versir
Síða 2 av 2Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið
Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!
Rómverjabrævið 12:14 Rómverjabrævið
Signið tey, sum liggja eftir tykkum, signið, og bannið ikki!
Rómverjabrævið 12:15 Rómverjabrævið
Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta!
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið
Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið
Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið
Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið
Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið
Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið
– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið
Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið
Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið
Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!